The Force Awakens ummæli!

swpost
Tá eg fyrstu ferð hoyrdi, at Disney høvdu keypt Star Wars og ætlaðu at gera fleiri filmar, helt eg tað vera nakað vrøvl. Eg broytti tó skjótt meining, tá eg hoyrdi at J.J. Abrams skuldi vera leikstjóri. Hann er jú sertifiseraður nørdur og Star Wars fjeppari. Tí havi eg bíða spentur í yvir eitt ár til hesin dagurin skuldi koma. So var tað endiliga í gjár, tann 16. Desembur, premieran av Star Wars: The Force Awakens. Eg og mín góði vinur, Ragnar, høvdu planlagt hendan dagin fyri góðum trimum mánaðum síðan. Ùt at eta tveir tímar áðrenn. Práta um tað vit elska við Star Wars og tað vit ikki elska (the prequels). Sìðan fóru vit í Imperial. Staðið var pakkað. 1000 fólk á sama staði at síggja ársins størstu filmhending. Vit keyptu hvør sina øl í barrini og fóru so og settu okkum í salin.

falcon

Søgan
30 ár aftaná the Galactic Empire bleiv niðurlagt, er tað nú the First Order, ið vil koma til maktina í galaksuni. Teir leita eftir Luke Skywalker, ið fyri nøkrum árum síðan er farin í eksil. Poe, ein av pilotunum hjá Leia, hevur funnið kortið, ið vísir hvar Luke heldur til. Beint áðrenn Poe verður fangaður av the First Order, goymir hann kortið í robottinum, BB-8.
Rey, ein scavenger, finnur robottin. Poe verður skjótt leyslatin av Finn, ið er ein stormtrooper. Hann vil ikki vera partur av the First Order og sær Poe sum sín útveg. Finn endar við at finna fram til Rey og BB-8. Saman mugu tey flýggja undan Kylo Ren og the First Order, og fáa kortið, ið vísir hvar Luke er, í røttu hendurnar.

star-wars-force-awakens-picture-4-640x410

Samandráttur
Tá Star Wars yvirskriftin kom á skermin, fekk eg alvorligt gásarhold. Og tað bleiv ikki einastu ferðina gjøgnum filmin. Alt tað góða úr gomlu Star Wars filmunum er við. The Millenium Falcon, Han Solo, Chewie, Leia, C-3PO, R2-D2, ja sjálvt Admiral Ackbar. Tað var fantastiskt at síggja øll hesi kendu andlitini aftur.
Stemningurin er lættur og nokk av skemti er við. At síggja Han og Chewie aftur í the Millenium Falcon var eitt ordiligt skot í nostalgi beinið fyri meg. Eisini vóru nógvar álvarsligar og rørandi løtur. Tað var so sanniliga ein russjibani av kenslum. At síggja Star Wars reisa seg aftur úr øskuni og veruliga vera tað Star Wars, vit eru uppvaksin við, sum er stuttlig og spennandi, gleddi meg. Tí var eg at enda sera spentur uppá framtíðina hjá Star Wars. Nýggju høvuðspersónarnir, Rey og Finn, passa væl inn. Tann óndi Kylo Ren er eisini tann rætti at traðka í fótasporið hjá Darth Vader. Tað er mystikkur yvir teimum øllum og har er nógv søga at fortelja. At J.J. Abrams valdi at brúka fleiri praktiskar effektir í staðin fyri útilukkandi CGI, var ein fantastisk avgerð. Aftaná at the Prequels ikki livdu upp til gomlu Star Wars filmarnar, er vónin, um at síggja ein fantastiskan Star Wars film aftur, at enda mettað. The Force Awakens er akkurát tað vit høvdu brúk fyri. The Force is strong with this one!

Tað kemur nokk ikki sum ein skelkur. Eg gevi Star Wars: The Force Awakens 6 av 6 sofum:
6

Um tú ikki hevur sæð Star Wars fyrr, fari eg at viðmæla at byrja við 4, 5 og 6. Hygg síðan eftir 1,2 og 3. At enda kanst tú so hyggja eftir the Force Awakens. Hesin filmurin er ikki eitt líka gott upplivilsi, um tú ikki kennir til Star Wars universið frammanundan.

Posted in Ummæli

Nú nærkast Star Wars: The Force Awakens!

Star_Wars_The_Force_Awakens
Nú nærkast jólaaftan, nei eg meini the Force Awakens. Eg eri so spentur, at eg veit ikki hvat eg skal gera við meg sjálvan. Hvørja ferð eg hoyri ella síggi okkurt um Star Wars, fái eg gásarhold av spenningi. Tað hjálpir mær heldur ikki, at eg havi Empire temaði sum ringitóna.
Tað eru trý ár síðan Disney keypti rættindini til Star Wars. Eg østi meg eitt sindur um tað í byrjanini, men skjótt vísti tað seg at vera tað rætta av George Lucas at gera, vónandi. Vit hava jú ikki sæð the Force Awakens enn, men hann kann ikki verða verri enn the prequels og eg vóni at hann verður fantastiskur.
Um vit hyggja eftir hvat George Lucas gjørdi við the prequels, er tað jú best tá George Lucas ikki er leikstjóri og einasti søguskrivari í hansara egnu uppfinning. Burtursæð frá Episode IV, ið hann leikstjórnaði og eina skrivaði søguna til.
Ì the prequels var Lucas mest fokuseraður uppá eina kærleikssøgu, politikk, CGI og óendaliga irriterandi Jar Jar Binks. Tankarnar hjá honum hava allarhelst ikki verið ringir aftanfyri alt hetta, tá Star Wars er barnið hjá George Lucas. Men fyri okkum fjepparar, var tað ikki tað vit leitaðu eftir. Vit vildi hava sama gandin sum er aftanfyri orginalu trilogiina. Tað skal tó sigast at Episode III: Revenge of the Sith var feitur og ein góð samanbinding við restina av Star Wars universinum. Uttan the prequels høvdu vit heldur ikki sæð legendariska Liam Neeson sum Qui Gon Jinn.
StarWars_ForceAwakens
Nú eru vit so í desembur 2015. Síðan bólturin fór á rull, hava vit fingið J.J. Abrams sum leikstjóra av the Force Awakens. Við sær at skriva søguna, hevur hann havt Lawrence Kasdan, ið var við at gera Episode V: the Empire Strikes Back og Episode VI: Return of the Jedi. Teir hava valt at fara aftur til røturnar av Star Wars, við at brúka praktiskar effektir í staðin fyri at leggja alla byrðuna á CGI.
reyfinn
The Force Awakens fyrigongur 30 ár aftaná Return of the Jedi. Vit vita ikki nógv um søguna enn. Men hava sæð Han Solo, Chewie, Leia, R2-D2, X-wings og the millenium falcon í trailarinum. Tað er nokk til at fáa meg at jubla. Nýggju høvuðspersónarnar eru Finn og Rey. Tað einasta vit vita um tey, er at Finn er ein stormtrooper og Rey er ein scavenger.
Mótstøðumaðurin í nýggju trilogiini er Kylo Ren, ið eftir øllum at døma ætlar at enda tað, ið Darth Vader byrjaði saman við the Emperor.
kyloTrailarin hevur onki víst okkum til Luke Skywalker enn. Hvar er hann? Eg kann hugsa meg grønan við gitingum, men vit mugu jú bara bíða og síggja hvat fer at henda í the Force Awakens. Eg haldi eisini tað er gott at ov nógv ikki verður givið vekk í trailarum.

Eg eri so spentur nú, at eg fái næstan ikki hugsað um annað enn Star Wars. Tólv dagar er tað heila, so er hann her. Sum sagt, er tað ikki nógv vit vita um framtíðina av Star Wars enn, men eg síggi ljóst uppá tað. Disney hevur í hvørtfall ikki prógvað annað, enn at teir gera alt fyri at the Force Awakens verður ein verdigur uppfylgjari til gomlu og fantastisku Star Wars filmarnar, sum vit kenna og elska. Fyri meg verður jólaaftan 16. Desembur í 2015 kl. 19.00. Bìðitíðin er ikki long nú, men vit kunnu njóta trailarin tað, ið eftir er.

Posted in Forfilmar, Nýggjheitir

Ummæli: Klovn Forever ……..

klovn-header

Eg ætlaði mær at skriva eitt ummæli av hesum filminum, so skjótt, sum eg hevði sæð hann. Who am I kidding? Kanska um tað var nakað over the top at skriva um, hevði eg lopið til tastaturið, men líkamikið.
Klovn serian byrjaði fyri tíggju árum síðan. Fyrri filmurin kom út fyri fimm árum síðan. Tað eru nøkur ár við nógvum óbehagiligum og stuttligum løtum. Klovn gjørdi Frank og Casper verðinskendar. Hvar eru vit so nú? Fimm ár uttan Klovn. Tað eru eisini fimm long ár at gera eina nýggja stuttliga søgu, sum kann gera okkum reyð í andlitinum av teirra atburði.

Innihald
Frank og Casper eru spakuliga vaksnir frá hvørjum øðrum. Tað eru fimm ár liðin síðan vit sóu teir seinast. Frank er blivin familjumaður, meðan Casper er blivin skyldur. Casper er byrjaður at føla seg uttanfyri, tí Frank aldrin hevur tíð til hann. Tí tekur Casper eina skjóta avgerð, at flyta til USA, har hann vil byrja sítt lív á nýggjum. Hetta ger Frank keddan, men hann fær onki gjørt við tað. Tá Frank ein dag lesur biografiina, ið teir báðir skuldu geva út saman, ger hann av at fara til USA eftir Casper, tí hann saknar sín besta vin. Tað er her, ið alt byrjar at ganga heilt galið.

Samandráttur
Klovn Forever minnir nógv um the Hangover 2. Tann fyrsti var stuttligur, men so bleiv tað eisini ov nógv, at royna at toppa fyrsta filmin. Tað er akkurát sama følilsi eg siti við aftaná Klovn Forever. Filmurin følist sum hann er í skundi, og góða gamla kemiin, ið var millum Frank og Casper, er næstan vekk. Tað vóru løtur, ið vóru stuttligar, men tær vóru alt ov fáar. Frank uppførir seg tápuligt og ger seg fyri skommum, meðan Casper roynir at sleppa av við hann og roynir at spæla kul fyri sínum nýggju vinum í amerika. Samanumtikið eru tað Frank og Casper, sum renna naknir runt. Tað kann ikki vera stuttligt allatíð. Batman Forever er stuttligari, og tað skal eitast at vera ein action filmur. Tann filmurin hevði hóast alt Val Kilmer Batman við brysvortum á draktini.

Klovn Forever fær 2/6 sofum. Eftirsum okkurt var stuttligt:
2av6

Um tú hevur hug at síggja nakað líknandi, fari eg at viðmæla Curb Your Enthusiasm. Tað er Larry David, ið gjørdi Seinfeld saman við Jerry Seinfeld. Annars ber altíð til at hyggja eftir Klovn seriuni og fyrra filminum aftur.

Tagged with: , , , , , , , , , , ,
Posted in Ummæli

Ummæli! The Martian: Robinson Crusoe á Mars.

the-martian-banner
Nú var heystferia fyri stuttum. Hetta opnaði fyri møguleikanum at hyggja eftir nøkrum góðum filmum. So eg fór í Imperial at hyggja eftir the Martian. Um tú býr í Keypmannahavn og skalt í biograf, vil eg viðmæla tær at fara í Imperial. Tað er ein fantastiskur biografur, men back to business.
Eg fór at hyggja eftir nýggja filminum hjá Ridley Scott. Er tað nakar ið kemur til huga, tá tosað verður um filmar sum fyriganga í rúmdini, má Ridley Scott vera fyrsta navnið (ella næsta, um tað var Stanley Kubrick tú hugsaði um). Ikki bara hevur hann gjørt Alien og Prometheus, men Blade Runner, Thelma & Louise, American Gangster, Black Hawk Down, Body of Lies og Hannibal. Maðurin er eitt geni, um tú spyr meg í hvørtfall. Tað sigur seg sjálvt, at hann kann fortelja dramatiskar søgur og gera episkar rúmdarfilmar, um aliens. Hesaferð hevur hann so droppað aliens (Tað fáa vit meir av í Prometheus 2) og fortelur í staðin eina dramatiska rúmdarsøgu um ein man strandaðan á Mars. Hygg líka eftir trailarinum.

Innihald
Mark Watney(Matt Damon) er við á einari mannaðari missión á Mars, men verður eftirlatin, tí hann verður hildin at vera deyður, tá tey í einum stormi mugu venda aftur móti jørðini. Nú má Mark yvirliva við teimum ratiónunum, ið eru eftir, royna at grøða sær meiri mat og finna ein máta at fáa samband jørðina, so Nasa kann hjálpa honum av Mars aftur. Klaustrofobiskt? Ja. Spennandi? Hell yeah!

Samandráttur
The Martian var eitt genialt upplivilsi. Tað serliga var nemliga mátin Ridley Scott dugir at fortelja søgur uppá. Tað er nógv sum hendir, bæði stuttligt og álvarsligt. Eg sat ofta við einum ræðuligum følilsi av, hetta kann bara ganga galið, og tað gjørdi tað eisini, maðurin er jú strandaður á Mars. Harafturímóti vóru fleiri lættar og stuttligar løtur, har Mark roynir at finna eina loysn at fáa samband við jørðina og at yvirliva við teimum fáu amboðunum hann hevur. Tað er ikki lætt at fara inn í detaljur, tá eg ikki vil “spoila” nakað av søguni.

Eitt annað eg vil nevna, er tónleikurin. Tað serliga við tónleiki í hesum filminum? tað er diskotónleikur. Onki 2001: A Space Odyssey symfoni tónleikur, men disko. Hetta er tí, at av einum av teimum fáu tingunum Mark hevur eftir á Mars, er ein telda við diskotónleiki.

Far avstað og hygg eftir the Martian. Hann er spennandi og stuttligur. Hetta er ein ektaður “on the edge of your seat” filmur. The Martian er Robinson Crusoe á Mars (Fakta: Tað er eisini ein filmur frá 1964. Hygg bara her)

Eg gevi the Martian 5/6 sofum:
sofasuyrf

Er tað filmar um rúmdina tú hevur hug at hyggja eftir, viðmæli eg Interstellar, Moon, Gravity, Elysium(eisini við Matt Damon), the Fifth Element, Wall-E og listin gongur víðari og víðari. Alien Filmarnar, har Ridley Scott eisini hevur gjørt tann fyrsta, kunnu eisini viðmælast.

Tagged with: , , , , , , , , , ,
Posted in Ummæli

Project Almanac Ummæli!

Almanac_Quad_PAYOFF_minimum billing_datedEg havi altíð havt ein veikleika fyri timetravel filmum. Tað er okkurt um tankan at hava makt yvir tíðini, tí hvør vil ikki uppliva fortíðina ella framtíðina? Timetravel søgurnar eru eisini altíð spennandi. Við stórari makt kemur størri ábyrgd, og fert tú aftur í tíðina, kunnu avleiðingarnar í nútíðini vera ræðuligar.
Hví eri eg heilt burtur í hesum? Eg vil kóka tað niður til mín uppvøkstur við Back to the Future. Marty McFly, Doc og hansara tíðarreisandi DeLorean gandaðu meg í eina aðra verð tá eg var smádrongur. Enn tann dag í dag vil eg eiga ein DeLorean, sjálvt um tað í botn og grund er ein ræðuligur bilur. Hann skal jú bara síggja kul út, ha?

Ì dag hanga góðir timetravel filmar ikki á trøunum, men av og á kemur okkurt gott út. Tá eg sá trailarin til Project Almanac varð eg spentur. Her hava vit ein timetravel film, ið brúkar found footage vinkulin og sær lovandi út.
Framhald undir trailarinum.

Innihald
Alt byrjar fínt. Teenagarin, David, finnur ein heimafilm frá sínum sjeynda føðingardegi, har hann sær seg sjálvan sum vaksnan í einum spegili. Alt verður meira spennandi, tá hann finnur eina tekning til eina tíðarmaskinu, sum pápi hansara hevði goymt í kjallarinum áðrenn hann doyði. David byggir maskinuna við sínum vinum, og tey brúka maskinuna til at klára seg betur i skúlanum, vinna í lotto og fara til festivalar ið langt síðan hava verið. Alt er stuttligt líka til ein teirra endar í einari vanlukku og forstýrar tíðarlinjuna.

Samandráttur
Project Alamanac livdi avgjørt ikki upp til tað eg vantaði. Uppbyggingin er góð, har vit fáa at vita at pápi David arbeiddi fyri eitt firma, sum vildi hava hesa tíðarmaskinuna. Tað er mystikkur í hvussu pápin doyði og tekningin til maskinuna endar í kjallarinum heima hjá David. Hetta fáa vit tó aldrin nakað meir at vita um. Ì staðin fer søgan heilt av sporinum og endar bara við at alt er heilt í ordan aftur.

Tað er ikki lætt at gera ein góðan timetravel film. Tað eru nógvir bóltar ein skal hava í luftini og alt skal passa saman tá tað kemur til stykkis. Timetravel paradoksir kunnu uppstanda, ið gera at søgan ikki hongur væl saman. Fert tú at greina ein klassikkara, sum Back to the Future, finnur tú eisini paradoskir har. Tað hevur týdning at filmurin er undirhaldandi og ikki ov ringur at lýta yvir. Project Almanac er langt frá at náa hesum málinum. Tí var mítt upplivilsi sera skuffandi av hesum filminum.

Eg gevi Project Almanac 1/6 sofum:
1av6

Um tú leitar eftir góðum timetravel filmum er hopið langt frá úti. Eg viðmæli: Back to the Future, Bill & Ted, Hot Tub Time Machine, Timecrimes og Primer.

Er tað found footage filmum tú leitar eftir, viðmæli eg: Chronicle, Cloverfield, 127 Hours, Trolljegeren og Rec.

Posted in Ummæli

Mad Max: Fury Road Ummæli!

mad

Nú er tíðin búgvin at skriva eitt ummæli aftur. Eg havi ikki havt nógv av tilfari at skriva um í seinastuni. Ikki tí at tilfarið er manglandi, men tað hevur bara ikki ligið so væl fyri at hyggja eftir fleiri filmum.

Eg bestemmaði meg so fyri at fara í biograf fríggjadagin í síðstu viku. Valið fall á Mad Max: Fury Road, sjálvandi.
Eg sigi sjálvandi, tí ja, hevur tú sæð trailarin? Holy shiiiit!

Framhald undir trailarinum.

Sannførandi? Hell yeah!!! Eksplosiónir, flúgvandi bilar, post-apokalypse og Max Rockatansky. Hesin filmur SKAL síggjast í biografinum. Um tað er ov seint hjá tær, so í minsta lagi á einum 50 tumma sjónvarpi. Skrúva ljóðið so hart frá sum til ber.

Innihald
Ì einari post apokalyptiskari framtíð síggja vit Max enda mitt í einum bardaga millum Immortan Joe og Furiosa. Ì hesari verðini eru vatn, matur og olja ikki lætt at fáa fatur á. Immortan Joe stýrir einum ríki, og undirtrykkir fólk sítt, har hann hevur ræði yvir einari vatnkeldu mitt í oyðimørkini. Furiosa, ið skal út at rationera olju, ger uppreistur og stjelur burðarmøður hansara. Sum vanligt er hjá Max, endar hann mitt í rokanum, tá Immortan Joe fer at jagstra Furiosu.

Um tú kennir til gomlu Mad Max filmarnar, veist tú at hetta er gerandisdagur hjá Max. Hann ger sítt fyri at yvirliva í turru oyðimørkini og endar av óvart í einari óheldigari støðu.
Sigast skal, at sjálvt um hetta ikki er eitt remake, so er ikki neyðugt at hava sæð fyrru filmarnar, tí ongir av Mad Max filmunum eru beinleiðis samanhangandi. Tó greiðir tann fyrsti filmurin frá uppruna søguni hjá Max. Max er ein fyrrverandi politistur, ið missur konu og dóttir sína. Sjálvt um hann hevur mist alt tað hann elskar, ger hann sítt fyri at yvirliva í einari hopleysari verð, har øll gera sítt fyri at yvirliva hvønn dag.

Samandráttur
Mad Max: Fury Road klárar so sanniliga upp til tað hann er. Ein ráður, bensin í blóðið, aktion filmur. Fantastiska flott upptikin og spennandi frá einum enda í annan. Tú hevur illa nokk sett teg niður, so brestur filmurin í andlitið á tær. Sjálvt um mær eisini dámar gomlu Mad Max filmarnar, so vil eg siga at hann aldrin er komin betri til sín rætt enn nú. Tað er stuttligt at síggja munin frá gomlu filmunum, sjálvt um teir eisini hava sína sjarmu frá einari farnari tíð. Tom Hardy er avgjørt rætti avloysarin hjá Mel Gibson. Og at George Miller, ið er skaparin og leikstjóri á øllum filmunum, er vendur aftur aftaná so nógv ár, er fantastiskt.

Um tær tørvar ein “no questions asked” film, ið fær adrenalinið upp at koyra, far so og hygg Mad Max:Fury Road umgangandi. Tað er jú vikuskifti, so hví ikki drekka eina ella tvær øl afturvið eisini?

Eg gevi Mad Max: Fury Road 5/6 sofum:
sofasuyrf

Hevur tú áhuga í at síggja fleiri filmar av sama slagi, ja men so eru tríggir Mad Max filmar longu komnir út frammanundan:
Mad Max(1979), Mad Max 2: The Road Warrior(1981) og Mad Max: Beyond Thunderdome(1985)

Posted in Ummæli

Jón Ummælir: 12 Angry Men. Ein spenningsfilmur frá einari aðrari tíð.

12-angry-men-dvd-cover-19

12 Angry Men gongur fyri seg inni í einum nevningarúmi. Dómarin hevur biðið teir tólv nevningarnar taka støðu til, um ein 18 ára gamal drongur av sponskum uppruna, hevur dripið pápa sín við knívi.

Morðvápnið, sum er ein springknívur, er funnið. Ein kvinna sigur seg hava sæð drongin stinga knívin í pápan, og ein eldri maður hevur hoyrt drongin rópa eftir pápanum “eg drepi teg”, fyri síðani at rýma av staðnum. Drongurin hevur ikki havt nakran lættan uppvøkstur. Hann er uppvaksin í einum fátækum heimi, við harðskapi frá pápa sínum.
Teir tólv nevningarnar fara út úr rættarsalinum og inn í nevningarúmið at taka eina avgerð. Teir skulu ikki koma út aftur, fyrr enn teir allir eru samdir um at drongurin antin er sekur ella ósekur. Verða teir ikki samdir, má sakin ganga umaftur. Teir fara hugaligir til verka og filmurin flytir seg ongantíð út aftur úr heita nevningarúminum í New York.

Hyggjarin fær ikki at vita hvussu teir tólv mennirnir eita, meðan teir eru í nevningarúminum. Ì staðin fyri verða teir nevndir nevningur nummar 1 til 12 og tað er eisini her filmurin hevur sína styrki. Tað kann jú gera tað sama hvat teir eita, tí tað eru teirra persónligheitir, ið dentur verður lagdur á. Vit fáa allar persónligheitirnar ein sálafrøðingur kann seta navn á, og kenna okkum nokk øll aftur í fleiri av teimum.

Eg haldi at filmurin er so gott spældur, upptikin og stjórnaður at tað eru sikkurt fleiri við mær, sum halda at hetta ikki kann gerast nógv betri.
Um tú heldur at gamlir svart/hvítir filmar ikki eru líka spennandi sum filmar í dag, mást tú hyggja eftir 12 Angry Men, ið er eitt fantastiskt upplivilsi frá einari farnari tíð.

Eg gevi filminum 6/6 sofum:
6

Skrivað av Jón Finnbogason Danielsen

Posted in Back in Time, Ummæli

The Oscars 2015 verður í kvøld!

the-oscars
So er tað stóra kvøldið komið. Bestu filmarnar gjøgnum seinasta árið skulu veljast. Verturin til ársins sending verður Neil Patrick Harris, ið er væl kendur úr seriuni How I Met Your Mother. Hann er væl dámdur sum vertur í virðisløna handan.
wykn4teocviobd9ylgbc
Mest nomineraðu filmarnar hetta árið eru Birdman og Grand Budapest Hotel. Báðir filmarnar eru nomineraðir til ársins besta film. Tò liggur tann stóri kampurin í ár millum Birdman og Boyhood. Mítt besta skot er at Boyhood fer at vinna besta film í ár.
Tað var eitt stórt skuffilsi at hvørki Interstellar ella Gone Girl eru nomineraðir.

download
Gone Girl kann tó fáa ein Oscar fyri bestu sjónleikarindu í høvuðsleikluti, ið er spældur av Rosamund Pike. Hon verður í harðari kapping móti Julianne Moore, ið hevur fingið stórt rós fyri sín leiklut í Still Alice.

download (1)
Fyri besta sjónleikara í einum høvuðsleikluti liggur kappingin millum Michael Keaton í Birdman og Eddie Redmayne í the Theory of Everything. Jake Gyllenhaal skuldi eisini verið nomineraður fyri sín leiklut í Nightcrawler.

Nógvar aðrar spennandi nomineringar eru, og tær kunnu síggjast her.

The Oscars 2015 verður sýnt á Tv2 frá kl. 22:55(21:55 føroyska tíð).
Hav eitt gott Oscar kvøld!

Posted in Nýggjheitir

Dumb and Dumber To ummæli: Var tað neyðugt?

dumb_and_dumber_to_ver9_xlg
Farrelly brøðurnir byrjaðu eina góða karrieru í filmi við Dumb & Dumber. Filmurin um tveir menn, ið eru mest sum óvitar. Við Jim Carrey og Jeff Daniels í høvuðsleiklutunum, var Dumb & Dumber umgangandi ein klassikari. Hann er líka stuttligur í dag, sum tá eg sá hann sum barn.
Tey næstu 7 árini, frá 1994 til umleið 2001, góvu Farrelly brøurnir fleiri hitt út. Millum hesi kunnu nevnast Kingpin, Shallow Hal, There’s Something About Mary og Me, Myself & Irene. Tíverri byrjaði tað at ganga niður av bakka haðani. Stuck on You, ein roynd uppá endurinnspælingina av the Three Stooges, Hall Pass og the Hearbreak Kid. Hesir fara frá at vera miðalstuttligir til heilt vánaligir.

Sjálvt um eg visti at góðskan á teirra filmum ikki var tann sama, sum hon hevði verið, var eg spentur at síggja Dumb and Dumber To. Bara tankin um, at Jeff Daniels og Jim Carrey vildu taka leiklutin upp aftur, sum Harry og Lloyd, var ivaleyst at fáa meg við uppá tað.

Tíverri má eg ásanna, at eg fór heilt skeivur. Dumb and Dumber To klárar ikki at fortelja somu stuttligu søguna um Harry og Lloyd aftur. Tað letur til at Farrelly brøðurnir ikki hava fleiri vittigheitir at fortelja. Royndin at líkjast fyrsta Dumb & Dumber riggar ikki og ger filmin óinteresantan.

Eg gevi filminum 1/6 sofum:
1av6
Um tú umhugsar at hyggja eftir Dumb and Dumber To, fari eg at viðmæla tær at heldur hyggja eftir upprunaliga filminum ella onkrum øðrum av teirra filmum.

Posted in Nýggjheitir, Ummæli

Better Call Saul ummæli: Livir tað upp til Breaking Bad?

BCS_Press_Release_Digi_2_Sheet_-_PREFERRED_FILE_SIZE-720x551
Eg ivist ikki í, at fleiri eru við mær, ið saknaðu eina góða seriu at hyggja eftir í staðin fyri Breaking Bad. Tá eg hoyrdi at eitt spin-off skuldi gerast um sakførarin hjá Walter White, Saul, kendi eg á mær, at hann ikki kundi bera seg so væl sum høvuðspersónur. Til stóra gleði kann eg siga, at eg fór heilt skeivur.

Í gjárkvøldið fór eg á Netflix at hyggja eftir fyrsta partinum av Better Call Saul. Eg kendi meg umgangandi heima aftur í umstøðunum. Stemningurin var tann sami sum í Breaking Bad og eg var fangaður av søguni.

Í innganginum síggja vit, hvar Saul er staddur í dag, aftaná endan á Breaking Bad. Sìðan fer søgan aftur til 2001, tá Saul var nýútlærdur sakførari. Hann stríðist við at koma í gongd við sítt egna virki og hevur brúk fyri pengum. Í vónloysi roynir James McGill, sum Saul upprunaliga eitur, at snýta seg til nakrar klientar. Hetta gongur ikki eftir ætlan og hansara tápuliga hugskot sendir hann í óføri.

Eg var fullkomiliga tikin á bóli og mátti hyggja eftir seinna partinum umgangandi. Um tær dámdi Breaking Bad, so fert tú eisini at dáma hesa seriuna. Tað er ikki bara Saul, ið er aftur úr Breaking Bad, men fleiri kend andlit vísa seg longu í fyrsta parti. Um hesin spenningurin klárar at halda sær, verður Better Call Saul líka gott sum Breaking Bad.

Eg gevi seriuni 6/6 sofum:
6

Byrja vikuskiftið við Better Call Saul. Nýggir partar koma á Netflix hvørja viku og kunnu síggjast her. Triðji partur kemur út 14. Februar.

Posted in Nýggjheitir, Ummæli