Swiss Army Man ummæli: Daniel Radcliffe kann annað enn Harry Potter!


Daniel Scheinert og Daniel Kwan, betri kendir sum the Daniels, hava bygt eina karrieru við at gera videoløg. Teirra kendasta videolag er til sangin, Turn Down for What, hjá Lil Jon – eitt videolag har ein maður dryhumpar seg gjøgnum veggirnar í einum bygningi. Nú hava the Daniels gjørt Swiss Army Man saman við Daniel Radcliffe og Paul Dano. Hesir fýra hava tikið øll tey elementini teir halda vera vánaligast í øðrum filmum, og roynt at gera ein góðan film burturúr teimum. Til Sundance Film Festival segði Daniel Kwan, at hann vildi gera ein film við stuttligum, men eisini rørandi fretum. Ongantíð betur um fólk fóru at gráta. Kanska sum Titanic við fretum? Eg veit ikki.

Søgan
Ein einsamur maður, Hank, er strandaður á einari oyggj. Tá hann ikki hevur nakað at liva fyri longur, roynir hann at hongja seg. Men brádliga skolar Manny upp á strondina. Hank hálar Manny upp á turt, men sær at Manny er druknaður. Tað løgna er tó at Manny enn kann tosa. Hann fratar eisini so hart at Hank kann brúka líkið sum vatnskutara. Saman fara teir á eina villa, men løgna, ævintýraferð.


Samanumtøka
Øll vita at Daniel Radcliffe spælir Harry Potter. Hann hevur spælt leiklutin síðan hann var barn. Tí er tað lætt at bert vera kendur sum sjónleikarin, ið spældi Harry Potter restina av lívinum. Men við Swiss Army Man er tað ringt at fyristilla sær at hetta er tann the one and only Harry Potter. Radcliffe spælir bleika líkið, sum Hank(Paul Dano) finnur á strondini. Tað kann vera at tú hugsar: “hetta er tað býttasta eg nakrantíð havi hoyrt”. Men ta avgerðina skalt tú ikki taka fyrr enn tú hevur sæð filmin. Swiss Army Man er so langt úti, og fullur av fretum, at hann næstan er genialur. Ævintýraferðin hjá Hank og Manny er rørandi og stuttlig. Eg sigi ikki at tú fert at gráta, men tú fert í hvørtfall at flenna. Tann rørandi parturin kemur við djúpdini filmurin fer í við spurningum um kærleika, sum bæði Hank og Manny so gjarna vilja finna svarið uppá. Av tí at Manny ikki minnist hvør hann sjálvur er, má Hank hjálpa honum at finna síni minni aftur. Alt hetta – við hugtakandi tónleiki í bakgrundini – ger Swiss Army Man til ein sjáldsaman og góðan film.

Eg gevi Swiss Army Man 5/6 sofum:

Um okkum

Eg tosi um alt ein kann gera sitandi á sofuni. Mest um filmar, men kanska okkurt annað eisini.

Posted in Ummæli

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: