Eg havi altíð havt ein veikleika fyri timetravel filmum. Tað er okkurt um tankan at hava makt yvir tíðini, tí hvør vil ikki uppliva fortíðina ella framtíðina? Timetravel søgurnar eru eisini altíð spennandi. Við stórari makt kemur størri ábyrgd, og fert tú aftur í tíðina, kunnu avleiðingarnar í nútíðini vera ræðuligar.
Hví eri eg heilt burtur í hesum? Eg vil kóka tað niður til mín uppvøkstur við Back to the Future. Marty McFly, Doc og hansara tíðarreisandi DeLorean gandaðu meg í eina aðra verð tá eg var smádrongur. Enn tann dag í dag vil eg eiga ein DeLorean, sjálvt um tað í botn og grund er ein ræðuligur bilur. Hann skal jú bara síggja kul út, ha?
Ì dag hanga góðir timetravel filmar ikki á trøunum, men av og á kemur okkurt gott út. Tá eg sá trailarin til Project Almanac varð eg spentur. Her hava vit ein timetravel film, ið brúkar found footage vinkulin og sær lovandi út.
Framhald undir trailarinum.
Innihald
Alt byrjar fínt. Teenagarin, David, finnur ein heimafilm frá sínum sjeynda føðingardegi, har hann sær seg sjálvan sum vaksnan í einum spegili. Alt verður meira spennandi, tá hann finnur eina tekning til eina tíðarmaskinu, sum pápi hansara hevði goymt í kjallarinum áðrenn hann doyði. David byggir maskinuna við sínum vinum, og tey brúka maskinuna til at klára seg betur i skúlanum, vinna í lotto og fara til festivalar ið langt síðan hava verið. Alt er stuttligt líka til ein teirra endar í einari vanlukku og forstýrar tíðarlinjuna.
Samandráttur
Project Alamanac livdi avgjørt ikki upp til tað eg vantaði. Uppbyggingin er góð, har vit fáa at vita at pápi David arbeiddi fyri eitt firma, sum vildi hava hesa tíðarmaskinuna. Tað er mystikkur í hvussu pápin doyði og tekningin til maskinuna endar í kjallarinum heima hjá David. Hetta fáa vit tó aldrin nakað meir at vita um. Ì staðin fer søgan heilt av sporinum og endar bara við at alt er heilt í ordan aftur.
Tað er ikki lætt at gera ein góðan timetravel film. Tað eru nógvir bóltar ein skal hava í luftini og alt skal passa saman tá tað kemur til stykkis. Timetravel paradoksir kunnu uppstanda, ið gera at søgan ikki hongur væl saman. Fert tú at greina ein klassikkara, sum Back to the Future, finnur tú eisini paradoskir har. Tað hevur týdning at filmurin er undirhaldandi og ikki ov ringur at lýta yvir. Project Almanac er langt frá at náa hesum málinum. Tí var mítt upplivilsi sera skuffandi av hesum filminum.
Eg gevi Project Almanac 1/6 sofum:
Um tú leitar eftir góðum timetravel filmum er hopið langt frá úti. Eg viðmæli: Back to the Future, Bill & Ted, Hot Tub Time Machine, Timecrimes og Primer.
Er tað found footage filmum tú leitar eftir, viðmæli eg: Chronicle, Cloverfield, 127 Hours, Trolljegeren og Rec.
Svara