Edge of Tomorrow ummæli: Tom Cruise hevur fingið sína edge aftur!

Edge-of-Tomorrow-Movie-Poster-Tom-Cruise-HD-Wallpaper

Navn: Edge of Tomorrow
Genre: Action/Sci-Fi
Àr: 2014

Tom Cruise er aftur, var mín fyrsti tanki, tá eg sá hendan filmin. Tað eru fleiri ár síðan hann hevur leikt í einum ordiligum hitti. Tað er um vit hyggja burtur frá teimum obligatorisku Mission Impossible filmunum, ið koma út í jøvnum millumbilum.

Edge of Tomorrow er gjørdur eftir skaldsøguni, All You Need is Kill, skrivað av Hiroshi Sakurazaka. Søgan fylgir Cage (Tom Cruise). Hann er offisér í militerinum, men hevur ikki livað gjøgnum ein dag av kríggi sjálvur. Kríggið er millum menniskju og eina rasu av rúmdarverum, ið vilja yvirtaka jørðina. Cage verður av sínum ovasta, móti egnum vilja, sleptur mitt í eina sjálvmorðs missión. Tá hann fer í sín fyrsta dag av kríggi, verður hann umgangandi dripin, men vaknar upp aftur dagin áðrenn. Hann finnur skjótt út av, at hann nú noyðist at liva sama dagin umaftur, hvørja ferð hann verður dripin. Nú má hann læra seg at berjast móti rúmdarverunum. Hetta ger hann við hjálp frá herkvinnuni Rita Vrataski (Emily Blunt), ið verður kallað Full Metal Bitch.

Besti háttur at lýsa hendan filmin á, er at kalla hann eina blanding av Groundog Day og Starship Troopers. Við leikstjóranum Doug Liman (The Bourne Identity), er filmurin væl útskorin. Tom Cruise og Emily Blunt rigga væl á skerminum saman. Við flottum aktion scenum, og væl úr hondum greiddari søgu, kanst tú ikki fara skeivt við hesum filminum, tá tú hevur sett tær eitt kvøld av til ein góðan og spennandi film.

Eg gevi filminum:
sofasuyrf

Um tær dámar hendan filmin, men vil hava meir, fari eg viðmæla Starship Troopers, the Terminator, Terminator: Judgment Day, Elysium og Independence Day.
Hevur tú hug til ein skemtifilm, hevur Groundhog Day eina líknandi søgu.

Posted in Nýggjheitir, Ummæli

The Interview ummæli: Filmurin Norður Korea sigur at ongin skal síggja!

Movies-Seth-Rogen-James-Franco
Navn: The Interview
Àr: 2014
Genre: Komedia

Tað gekk runt sum eldur, tá Sony avgjørdi at taka the Interview úr øllum biografum, eftir hóttanir um eina endurtøku av 11. Septembur 2001, frá hakkara bólkinum “Guardians of Peace”. Game of Thrones rithøvundurin, George R. R. Martin, vildi vísa filmin í sínum egna heimi og bjóða fólki inn, tí hann fann seg ikki í avgerðini hjá Sony. Tað fór so langt at sjálvur amerikanski forsetin, Barrack Obama, kom við einari útmelding um avgerðina hjá Sony.
Tí var tað til stóran lætta hjá nógvum, tá Sony avgjørdi at geva the Interview út tann 24. Desembur, bæði digitalt og í útvaldum biografum. Nógva umtalan hevur ikki gjørt filminum mein, men tvørturímóti streyma fólk nú í biografar at hyggja eftir filminum, og tey ið ikki kunnu síggja hann í biografi, hava leigað hann á seetheinterview.com. Ì gjárkvøldið setti eg meg væl til rættis í sofuna, at hyggja eftir mest umtalaða filminum í heiminum í løtuni.

Verturin í kjaksendingini Skylark Tonight, Dave Skylark(James Franco) og produsari/vinmaður hansara, Aaron Rapaport(Seth Rogen), senda tey nýggjastu tíðindini innan celebrity slatur. Tað býður Aaron ímóti, tá hann heldur vil útvarpa tíðindi av størri týdningi. Teir báðir fáa blóð uppá tonnina, tá teir lesa, at leiðarin í Norður Korea, Kim Jong-Un, elskar kjaksending teirra. Tá tað eydnast teimum at bóka eina samrøðu við Kim Jong-Un, mugu teir fyrireika seg at ferðast til Norður Korea. Àðrenn teir fara avstað, verða teir tiknir inn av CIA, ið vil hava Dave at myrða Kim Jong-Un.

The Interview er akkurát tað tú heldur hann er, um tú kennir filmar sum Seth Rogen og James Franco hava gjørt fammanundan. Ein kann bara fyristilla sær hvussu skeivur Seth Rogen var, tá hann fann uppá hesa søguna. Uttanum søguna, er filmurin fyri tað mesta fyltur við skemti um kynspartar og løgnar luktir.
Stemningurin millum Franco og Rogen er sterkur. Teir hava báðir eina kemi, ið tekur hyggjaran væl gjøgnum allan filmin. Við einari longd uppá næstan tveir tímar fær ein smílibondini væl og virðiliga strekt.
Tað kann ikki gerast annað enn at flenna eftir mátanum Norður Korea hevur reagerað uppá filmin. Ein flatur skemtifilmur, ið fær hakkarar at koma við tómum hóttanum um bumbukríggj og øðrum, er møguliga nakað av tí besta við hesum filminum. Tað ger hann bert meiri stuttligan, tá tú hyggur eftir honum.

Eg gevi filminum:
sofa
Um tú vil síggja meir av tí sama, fari eg at viðmæla This is the End, Pineapple Express, 40 Year Old Virgin og Superbad.
Hevur tú hug at síggja eitt av fyrstu samstørvunum millum Seth Rogen og James Franco, kanst tú hyggja eftir seriuni Freaks & Geeks.

Posted in Nýggjheitir, Ummæli

Gòðan morgun Føroyar: Fimm feitir filmar til frídagarnar (ljóðklipp)

Her er leinkjan til prátið millum meg og Kristinu Martinsdóttir Strøm, har vit tosa um jólafilmar, í góðan morgun Føroyar.
http://kvf.fo/netvarp/uv/2014/12/23/fimm-filmar-egnai-til-jlini

Posted in Uncategorized

Star Trek 3 hevur funnið sín leikstjóra!

Star_Trek_movie_logo_2009Síðan Síðan J.J. Abrams fór frá Star Trek, at leikstjórna komandi Star Wars Episode VII, hevur tað verið trupult at finna nýggjan leikstjóra til triðja Star Trek filmin.
Fyrst var Robert Orci, ið hevur skrivað søgurnar til báðar fyrru filmarnar, knýttur at sum leikstjóri, men hann bleiv seinni koyrdur frá aftur av ókendum orsøkum. Nýggi leikstjórin er Justin Lin, ið fyrr hevur leikstjórnað tríggjar Fast & Furious filmar.

Posted in Nýggjheitir

Filmar at síggja fram til í 2015: Januar!

Eg, sum nógv onnur, bíði sera spentur eftir Star Wars Episode VII: The Force Awakens.
Filmurin er eitt heilt ár vekk, tí er tað best at brynja seg við toli. Av hesi orsøk havi eg gjørt ein lista av filmum, sum vit kunnu síggja fram til komandi árið. Tað eru so sanniliga nógvir spenandi filmar á veg.
Vit fara at fáa fleiri Marvel filmar, meir Liam Neeson, meir Hot Tub Time Machine og fleiri uppfylgajarar til gomul hitt. T.d. Terminator, Jurassic World v.m.

Vit byrja sjálvandi við Januar:

9. Januar: Taken 3
Genre: Action/Crime/Thriller
Hetta er tann triðji og allarhelst síðsti Taken filmurin vit fara at síggja.
Bryan Mills(Liam Neeson) verður lagdur undir at hava myrt onkran og má nú reinsa sítt navn.
Tann fyrsti Taken var eitt adrenalin spark sum vildi nakað. Næsti filmurin var meir av tí sama og tað riggaði.
Vónandi kunnu vit fáa ein góðan enda á hesari trilogiini, tí nú má Bryan Mills fáa frið at vera pensioneraður.

16. Januar: Blackhat
Genre: Action/Crime/Drama
Ein hakkari(teldusnillingur) verður leyslatin, fyri at hjálpa U.S.A. og Kina at uppspora ein cyber terrorist.
Hesin filmurin er leikstjórnaður av Michael Mann, ið hevur givið okkum filmar sum Public Enemies og Heat.
Vònandi leverar hann sum áður.

16. Januar: Mortdecai
Genre: Action/Comedy
Lista handlarin, Charles Mortdecai(Johnny Depp), leitar eftir einum stolnum málningi, ið skal eitast at vera knýttur at einari ókendari bankakonto, fylt við nazista gulli.
Tað verður spennandi at síggja Johnny Depp á filmi aftur, sum vónandi kann vísa okkum sjónleikara gullið hann ofta hevur víst.
David Koepp, leikstjórin, hevur eisini leikstjórnað Secret Window, við Johnn Depp.

30. Januar: Project Almanac
Genre: Sci-fi/Thriller
Nakrir ungdómar finna eina uppskrift til eina tíðar maskinu og byggja hana. Alt byrjar sum stuttleiki, men tíðin er ikki at spæla við.
Hesin filmurin kemur frá einum ókendum leikstjóra, við ókendum sjónleikarum. Her eru ongar royndir at døma eftir, men trailarin er spennandi.

Posted in Forfilmar, Nýggjheitir

Terminator: Genisys er komin!

arnold-schwarzenegger-as-the-terminator-in

Alt sum er hent í filmunum framanundan er nú nullstillað.
Vit síggja Kyle Reese blíva sendan aftur í tíðina, at hjálpa Sarah Connor móti einum óndum T-800, men alt er ikki sum hann helt. Tann upprunaligi T-800, ið skuldi hjálpa Sarah, hevur dripið tann ið skuldi drepa hana.
Wow, eg blívi forvirraður av at skriva hetta.
Hygg bara eftir trailarinum:

Terminator: Genisys kemur í biografarnar 1. Juli 2015.

Posted in Forfilmar, Nýggjheitir

Star Wars teasarin er komin og hann skuffar ikki!

6956_poster_iphone
So er fyrsti Star Wars teasarin komin út.
J.J. Abrams hevur sagt, at omaná hendan teasarin verða tvey onnur klipp eisini víst í biografum.
Fyrst og fremst kunnu vit njóta hendan teasarin, ið garanterað gevur tær kuldagýsningar!

Posted in Forfilmar, Nýggjheitir

Fleiri filmar á veg úr Harry Potter heiminum!

Harry_Potter_and_the_Deathly_Hallows_–_Part_2
Tað eru yvir trý ár síðan søgan um Harry Potter endaði. Men nú sær tað út til, at hetta ikki er endin á søgunum úr flotta heimi hansara. J.K. Rowling skrivaði á twitter fyri fáum døgum síðan, at hon er við at leggja síðstu hond á eitt Harry Potter spin-off.
Leikritið eitur Fantastic Beasts and Where to Find Them. Tað hevur longu fingið grønt ljós at gerast til film.

Søgan er um rithøvundin Newt Scamander, ið ferðast um knøttin at leita eftir magiskum djórum.
Sjálvt um vit ikki kenna nógv til søguna enn, so er kunngjørt at hon kemur at ganga fyri seg í 1920unum í New York. Meiningin er at Newt steðgar á í stuttum ørindum, men okkurt ger at hann er noyddur at vera.

Newt Scamander er ikki heilt ókendur í Harry Potter heiminum. Vit hoyra um hann longu í Harry Potter and the Philosopher’s Stone. Her fær Harry Potter eina skúlabók, Fantastic Beasts and Where to Find Them, ið er skrivað av Newt Scamander um hansara ferðir og gransking av magiskum djórum.

Filmurin er settur at koma út í Novembur 2016. David Yates er undir samráðingum at venda aftur sum leikstjóri. Hetta hoyra vit meir um seinni.

Posted in Nýggjheitir

Debutfløgan hjá Lo-Fang!

413_c_w_450_h_450
Matthew Hemerlein er tónleikari úr Baltimore, U.S.A.
Hann er lærdur klassiskur tónleikari, ið spælir violin, bass, paino, cello og guitar.
À debut fløgu síni, Blue Film, framførir hann øll instrumentini sjálvur.
Fløgan tekur leiðina móti elektroniskum pop tónleiki við folk, R&B og klassiskum elementum blandaðum uppí.

Eg vil viðmæla at lurta eftir allari fløgu hansara, ið er at finna á spotify.
Hetta er eitt av løgunum, ið serliga hevur fangað mítt oyra.

Posted in Tónleikur

Johnny Cash ikki liðugur at geva sangir út enn!

johnny-cash-1210Tað eru tíggju ár liðin síðan Johnny Cash legði árarnar inn, men hann er ikki liðugur at geva sangir út enn.
Hann innspældi nøkur løg í 80unum saman við Billy Sherril. Tær upptøkurnar blivu lagdar til síðis.
Ì 2012 fann sonur Johnny Cash, John Carter Cash, hesar upptøkurnar fram aftur.
Fyrsta staklagið, She Used to Love Me a Lot, er nú útkomið.
Fløgan verður útgivin 25. Mars.

Posted in Uncategorized