Oscar rundan (teir eg havi sæð)

2019 hevur veirð eitt av teimum bestu filmárunum í langa tíð. Av tí sama eru heili 9 filmar nomineraðir til besta film. Eg havi sæð 6 av teimum 9. Eg mangli enn at at hyggja eftir Ford Vs. Ferrari, Marriage Story og Little Women.

parasite

Parasite

Eg elski koreanskar filmar og Parasite er ein av teimum bestu. Ki-Taek og familjan hjá honum eru øll arbeiðsleys. Tey hava ongan kjans at koma úr endaleysu neyðini í slumminum. Men tá ein vinur hjá Ki-Taek gevur honum møguleikan at arbeiða fyri eina ríka familju, ger hann alt fyri at fáa so nógv sum gjørligt burturúr teimum. Tað eru nógvir upp og niðurtúrar gjøgnum 132 minuttir. Parasite vísur hvussu hopleyst samfelagið kann vera fyri tey sum stríðast. Handlinging er so gott sum tann sama sum US, men Parasite er klárt tann betri filmurin.

6/6 sofum:

6

once upon a time

Once Upon a Time … in Hollywood

Tarantino makes no mistakes. Allir filmarnir hjá honum eru ein fragd fyri eygað. Once Upon a Time er onki undantak. Ì endanum av the Golden age í Hollywood, fylgja vit Cliff Booth og Rick Dalton stríðast við at finna eitt fótfesti í broytandi filmlandskapinum. samtíðis síggja vit Sharon Tate á veg inn í eina blómandi karrieru sum filmstjørna. Skarpur dialogur og farvuríkar persónligheitir eru sterku síðurnar hjá Tarantino, og tað er eisini tað han serverar her. Hann hevur eisini fingið við, at fólk halda, at hann hevur eitt foot fetish. So tað er eisini at vera klárur uppá nógvar føtur, serliga skitnar hippie føtur.

5/6 sofum:

sofasuyrf

jojo

Jojo Rabbit

Taika Waititi hevur frammanundan tikið Holywood á bóli við Thor: Ragnarok. Hann er komin fyri at vera. Við Jojo Rabbit blandar hann skemt og álvara í einum filmi um ein lítlan drong í Hitlerjugend. Vit síggja verðina gjøgnum eyguni hjá týska dronginum, ið heldur at jødar eru trøll, tí tað fortelja tey vaksnu honum. Taika Waititi er ein meistari av svartari komediu. Serliga heil senan, ið er ein tann stuttligasta eg havi sæð í langa tíð.

5/6 sofum

sofasuyrf

joker

Joker

Joker er tann besti superhetjufilmurin síðan Batman trilogiin hjá Christopher Nolan endaði. Hann fellur ikki í typiska formulin, vit hava sæð frá Marvel seinastu tíggju árini. Men heldur síggja vit the Joker fortelja, við egnum orðum, hví hann er tann psykopaturin hann er. Ein blanding av the King of Comedy og Taxi Driver ger at hetta følist sum ein Martin Scorsese filmur frá 70unum. Leikstjórin, Todd Philips vísur at sjálvt the Joker ikki er føddur óndur.

6/6 sofum:

6

1917

1917

Tveir soldatar mugu gera alt teir kunnu, fyri at steðga 1600 hermonnum at loypa í eina fellu hjá týska herinum. Filmurin er gjørdur sum eitt sokallað single shot. kameraði fylgir høvuðspersóninum frá byrjan til enda, uttan at skifta senu eina ferð. Tað er tað kulasta elementið við filminum. Sum í einum telduspæli ert tú allatíð aftanfyri høvuðspersónin og tað følist at hann aldrin er uttanfyri vanda.

5/6 sofum:

sofasuyrf

the irishman

The Irishman

Martin Scorsese, Robert DeNiro, Joe Pesci, Al Pacino og mafia. A match made in heaven. Frank “the Irishman” Sheeran fortelur um lívið hjá sær og vinmanninum, Jimmy Hoffa. Av tí at CGI er blivið so gott, kunnu vit síggja tríggjar abbar spæla yngri leiklutir. Ongin teirra er ókendur innan mafialeiklutir. Ein klassiskur Martin Scorsese filmur við nýggjari teknologi gevur okkum ein film sum aldrin hevði borið at gjørt til fyri 10 árum síðan.

5/6 sofum:

sofasuyrf

 

Eg vóni at Parasite fer avstað við sigrinum, men vænti at 1917 verður vinnarin í ár. Allir hesir filmarnar hava uppiborið at vera á hesum listanum. Eg hevði lagt Uncut Gems afturat, um eg hevði gjørt hendan listan. Tað fari eg at tosa um seinni….

Posted in Uncategorized

Lake Mungo ummæli (beinleiðis leinkja til filmin)

mungoEg hugdi eftir Chris Stuckmann, ið er film ummælari á youtube, hendan dagin. Hann tosaði um ein film hann helt vera gloymdan burtur. Nevniliga avstralski horror/mystery fimurin, Lake Mungo frá 2008. Ì mínum føri hevði hann í hvørtfall rætt. Eg havi aldrin hoyrt um hendan filmin. Men eg bleiv forvitin tá hann tosaði um hann.

Lake Mungo er ein sokallað mockumentar. Tað er ein fiktiónssøga, ið er upptikin í dokumentarstíli.

Ummæli

Vit fylgja familjuni Palmer eftir at dóttir teirra, Alice, verður funnin druknað í Lake Mungo. Beiggi Alice, Matthew, byrjar at uppliva óvanligar hendingar í heimi teirra og setir kameraðir upp fyri at vita um hann fangar nakað á video.

Hetta ljóðar kanska alt eitt sindur ov nógv sum Paranormal Activity ella aðrir found footage filmar. Men dokumentarstílurin gevur Lake Mungo ein eyka substans, sum found footage filmar ikki kunnu. Vit síggja beinleiðis samrøður við tey avvarandi. Hetta ger at søgan er líka nógv ein lýsing av einari familju í sorg, sum tað eisini er ein gysari.

Øll fólkini ið spæla við í filminum eru so sannførandi, at tað er ringt at trúgva at hetta ikki er ein vanligur dokumentarfilmur.

Nú vikuskifti er í hondum og tað byrjar at skýma vil eg viðmæla tær at hyggja eftir hesum filminum.

Eg gevi Lake Mungo 4/6 sofum:

sofa

Nú var eg eisni so heppin finna at eina beinleiðis leinkju til filmin á Youtube:

 

 

 

Posted in Uncategorized

Sandy Wexler ummæli: Adam Sandler you rat bastard!


Eg mátti av álvara samla mær mót at hyggja eftir nýggjasta Adam Sandler filminum, Sandy Wexler. Hann hevur ikki beinleiðis gjørt nakað gott tey seinastu nógvu árini. Tískil væntaði eg heldur ikki nakað betri enn Ridiculous 6 ella the Do-Over hesa ferð. Um eg kendi Adam Sandler persónliga, so var okkara vinarband langt síðan skrædnað. Tí hann og hansara vinir halda tað opinbart vera fínasta slag at gera ein vánaligan film, síðan flenna og drekka ein kaldan kopp av kaffi omaná. Ì hesum umfarinum spælir Sandler sín real life manager, Sandy Wernick, sum hevur hildið hann út øll hesi árini. Tað er simpulthen ein kærleikssøga til mannin, sum hevur hjálpt Sandler at byggja vánaligu, men kapitaliserandi, karrieruna upp.
Sum nakrir av okkum stóru Adam Sandler fjepparum kanska minnast, so skrivaði hann eina kontrakt, við Netflix, um 4 filmar. Ja, 4 filmar og vit eru bert komin til nummar 3. Tað vil siga at tað er ein heilur filmur eftir enn. Kanska fleiri, um Netflix halda hesa avtaluna vera so sera lukrativa. åh, sum eg gleði meg til fleiri Adam Sandler filmar.

Søgan
Sandy Wexler er ein manager í 90’unum, sum vil gera alt fyri at halda uppá sínar kundar. Hann lýgur og blandar seg út í ómøgulig scenario, fyri síðan at koma heilskapaður út í hinum endanum. Tað verður verri tá Sandy forelskar seg í sangarinnuni, Courtney Clarke. Tey næstu nógvu árini fylgja vit kærleikssøgu teirra.

Samanumtøka
Hevði tú væntað at hetta var tann næsti Tarantino filmurin? nei, heldur ikki eg. Men óansæð blívi eg bilsin hvørja einastu ferð, tí hvussu lágt kann ein maður søkka?
Filmurin leggur út við einari samkomu av vinum hjá Sandy Wexler. Vit vita bara ikki hvør samanhangurin av hesum er. Er tað ein jarðarferð ella er tað eitt ball? Eg fari ikki at spoila tað fyri tær, tí tað kann vera at tú vil síggja hendan sera spennandi filmin.
Adam sandler ger sína standard stemmu tá hann skal herma eftir øðrum fólki. Ì staðin fyri at minna um persónin, ið hann skal herma eftir, ljóðar hann meir sum hann hevur smekkað høvdið í og er aldrin blivin tann sami aftur. Tí persónurin Adam Sandler spælir í Sandy Wexler er akkurát tann sami hann spælir í Waterboy, Little Nicky, That’s my Boy, and so on and so on.
Søgugongdin er ein stór fløkja, ið gevur lítla til onga meining. At enda, tá rulluteksturin kom á skermin, kundi eg prísa mær sjálvum fyri at hava klárað tað enn eina ferð – eg hugdi eftir einum heilum Adam Sandler filmi.
Nú gleði eg meg at síggja nýggjasta Christopher Nolan filmin, Dunkirk. So kann eg løða og samla mær mótið til næsta stóra Netflix og Adam Sandler samstarvið.

Sandy Wexler fær 1/6 sofum:

Eg kann ikki viðmæla nakað líknandi, tí ongin filmur er sum hesin, men hygg eftir einum stuttligum filmi:
This is Spinal Tap, Dumb and Dumber, Superbad, Kick-Ass ella I love you, man!
Ella hygg eftir Terminator 2: Judgment Day. Sjálvt hann er stuttligari enn hesin.

Tagged with: , , , , , ,
Posted in Ummæli

Get Out ummæli: Jordan Peele er í løtuni the golden boy of horror!

Jordan Peele er kendur úr Comedy Central sketch sendingini, Key & Peele. Tá Key & Peele góvust við sendingini í 2015, gjørdu teir skemtifilmin, Keanu. Nú tá teir eru farnir hvør sær, hevur Jordan Peele leikstjórnað ein horrorfilm – Get Out, ið er ein samfelagslig viðmerking um rasismu. Men hetta er bara byrjanin. Sum nýklaktur horrorleikstjóri ætlar Jordan Peele at gera fleiri filmar. Fýra – fyri at vera heilt neyvur. Hetta eru filmar hann ætlar sær at gera tey næstu 10 árini. Søgurnar hann fortelur skulu allar, sum Get Out, innihalda samfelagsligan kritikk.

Søgan
Afro-amerikanarin, Chris, fer við hvítu damu síni at vitja verfamiljuna fyri fyrstu ferð. Restin er ikki ein romantisk komedia.

Samanumtøka
Chris er bangin fyri at verforeldrini ikki fara at dáma hann, tí hann er littur. Men hann sær umgangandi at tey eru sera vinarlig – kanska alt ov vinarlig. Løgni stemningurin lýsti úr skerminum og eg føldi hvussu Chris hevði tað. Men frá at kreppa tærnar verður filmurin hvørjaferð eitt sindur lættari tá Chris tosar við vinin hjá sær, Cod. Sum Cod sigur í byrjanini: “Don’t go to a white girl’s parents’ house!”, so hevur hann eisini stuttligar viðmerkingar um løgna atburðin hjá verfamiljuni. Hendan blandingin av skemti og horror er nakað av tí sum ger Get Out til tað meistaraverkið hann er. Alt frá tónleiki til kameravinklar og jumpscares er perfekt saman við óhóskandi følilsinum av paranoia, sum andaði niður á nakkan hjá mær gjøgnum allan filmin. Jordan Peele er dottin inn í horrorsjangruna sum ein av teimum bestu. Ì mínum høvdi fór hann frá at vera ein útmerkaður komikari, ið gjørdi ein miðalhampiligan skemtifilm um eina kettu, til “Hvat nú, um Wes Craven leikstjórnaði Meet the Parents”. Get Out fer at forskrekkja teg, men hann fær teg eisini at hugsa. Eg eri ovurfegin! Ein famtíð við fýra horrorfilmum afturat frá Jordan Peele? Eg sigi ja, takk.

Eg gevi Get Out 6/6 sofum:

Um tær dámar hendan filmin, so viðmæli eg:
The Stepford Wives(1975), the Shining, Scream, 2001 Maniacs, Slither, the Wicker Man (nei, ikki tann við Nicolas Cage, men tann frá 1973) og Funny Games.

Posted in Ummæli

Swiss Army Man ummæli: Daniel Radcliffe kann annað enn Harry Potter!


Daniel Scheinert og Daniel Kwan, betri kendir sum the Daniels, hava bygt eina karrieru við at gera videoløg. Teirra kendasta videolag er til sangin, Turn Down for What, hjá Lil Jon – eitt videolag har ein maður dryhumpar seg gjøgnum veggirnar í einum bygningi. Nú hava the Daniels gjørt Swiss Army Man saman við Daniel Radcliffe og Paul Dano. Hesir fýra hava tikið øll tey elementini teir halda vera vánaligast í øðrum filmum, og roynt at gera ein góðan film burturúr teimum. Til Sundance Film Festival segði Daniel Kwan, at hann vildi gera ein film við stuttligum, men eisini rørandi fretum. Ongantíð betur um fólk fóru at gráta. Kanska sum Titanic við fretum? Eg veit ikki.

Søgan
Ein einsamur maður, Hank, er strandaður á einari oyggj. Tá hann ikki hevur nakað at liva fyri longur, roynir hann at hongja seg. Men brádliga skolar Manny upp á strondina. Hank hálar Manny upp á turt, men sær at Manny er druknaður. Tað løgna er tó at Manny enn kann tosa. Hann fratar eisini so hart at Hank kann brúka líkið sum vatnskutara. Saman fara teir á eina villa, men løgna, ævintýraferð.


Samanumtøka
Øll vita at Daniel Radcliffe spælir Harry Potter. Hann hevur spælt leiklutin síðan hann var barn. Tí er tað lætt at bert vera kendur sum sjónleikarin, ið spældi Harry Potter restina av lívinum. Men við Swiss Army Man er tað ringt at fyristilla sær at hetta er tann the one and only Harry Potter. Radcliffe spælir bleika líkið, sum Hank(Paul Dano) finnur á strondini. Tað kann vera at tú hugsar: “hetta er tað býttasta eg nakrantíð havi hoyrt”. Men ta avgerðina skalt tú ikki taka fyrr enn tú hevur sæð filmin. Swiss Army Man er so langt úti, og fullur av fretum, at hann næstan er genialur. Ævintýraferðin hjá Hank og Manny er rørandi og stuttlig. Eg sigi ikki at tú fert at gráta, men tú fert í hvørtfall at flenna. Tann rørandi parturin kemur við djúpdini filmurin fer í við spurningum um kærleika, sum bæði Hank og Manny so gjarna vilja finna svarið uppá. Av tí at Manny ikki minnist hvør hann sjálvur er, má Hank hjálpa honum at finna síni minni aftur. Alt hetta – við hugtakandi tónleiki í bakgrundini – ger Swiss Army Man til ein sjáldsaman og góðan film.

Eg gevi Swiss Army Man 5/6 sofum:

Posted in Ummæli

Arrival Ummæli: Denis Villeneuve og hansara gátur


Denis Villeneuve borðreiðir við nøkrum øðrum enn tí vanliga, sum ger hann til eina superstjørnu innan filmsheimin. Hann hevur ein serligan stíl sum leikstjóri, ið er verdur at kenna áðrenn tú hyggur eftir hansara filmum. Ì hvørtfall um tú spyr meg. Tað sigi eg tí ein Denis Villeneuve filmur kann ikki forstandast bókstaviliga. Stóra Hollywood gjøgnumbrotið hja honum var Prisoners. Meðan Taken, við Liam Neeson, handlar um tað tú heldur – at onkur verður tikin, so at Liam Neeson kann vera badass og bjarga degnum – so eru Denis Villeneuve filmar, sum Prisoners, ikki bara um onkran sum er fangaskapi. Villeneuve fer djúpari við symbolismu. Hann vil hava teg at analysera og leita eftir einari meining í øllum tú sær á skerminum. Tí er filmurin ikki veruliga endaður tá rulliteksturin er komin og farin, men tú mást hugsa um hann í fleiri dagar. Hugsa tær so til at sami maður hevur leikstjórnað Blade Runner 2049. Eg haldi at tann leikstjórastólurin er sum stoyptur til hann.

Søgan
12 UFO’ir lenda runt um í heiminum. Ein málvísindakvinna verður biðin um at hjálpa amerikanska militerinum at fáa samband við verurnar í løgnu flogskipunum. Royndin at samskifta við verurnar blívur til eina kapping um tíð, tá fleiri av londunum byrja at blíva ótolin og vilja loysa trupulleikan við vápnum heldur enn samskifti.


Samanumtøka
Sum vanligt ger Denis Villeneuve ein film, ið ikki bara er science fiction, men eisini ein stór gáta. Amy Adams, Jeremy Renner og Saw Gerrera (Nei, eg meini Forest Whitaker. Red.) gera eitt frálíkt arbeiði sum sjónleikarar. Tað er spennandi at síggja ein film um rúmdarverur, ið ikki bara handlar um at tær umgangandi vilja útrudda okkum – sjálvt um tað ikki bara er har Arrival er øðrvísi. Denis Villeneuve fer aftur niður í søguna, har hann vendur og snarar okkum til vit ikki vita hvat vendur upp ella niður. Sum við Prisoners mátti eg aftur fara heim við fleiri spurningum um hvat og hvussu. At enda er Arrival meira ein gáta enn hann er sci-fi. Av tí sama verður ikki líka nógvur dentur lagdur sci-fi sjónarmiðið og eg fái aldrin nokk av sci-fi. Men eg haldi at boðskapurin er sera góður og tað hálar mínar tankar um endaligu vøruna upp.

Eg gevi Arrival 4/6 sofum:
sofa

Posted in Ummæli

The Accountant ummæli: Ben Affleck er á toppinum!

the-accountant-correct
Ben Affleck hevur havt nakrar upp og niðurtúrar í sínari Hollywood karrieru. Hann bleiv eitt stórt navn saman við Matt Damon tá teir gjørdu Good Will Hunting í 90’unum. Aftaná Daredevil og Gigli komu út byrjaði tað at ganga illa. Báðir filmarnir vóru stór flop og karrieran hjá honum kom ikki í rættlag aftur, fyrr enn hann leikstjórnaði og spældi við í the Town. Síðan hevur tað spakuliga gingið betur hjá Affleck at fáa góðar leiklutir í filmum. Mín favorit seinastu árini er heilt sikkurt Gone Girl. Eitt meistaraverk av einum filmi. Meiningin var at hann skuldi leikstjórna og spæla høvuðsleiklutin í komandi Batman filminum. Nú hevur hann avgjørt at bara taka høvuðsleiklutin sum Bruce Wayne/Batman, tí tað er eitt so stórt projekt. Men í dag er tað the Accountan vit tosa um.

Søgan
Ben Affleck spælir savantin, Christian Wolf. Hann er góður til tøl, men ikki góður við fólki. Undir eyknøvnum hjálpir Wolf skumlum fyritøkum við teirra bókhaldi. Amerikanska fíggjarmálaráðið byrjar at leggja merki til mannin, ið annars er góður til at sletta síni spor, í fleiri kriminellum samanhangum. Samstundis hjálpir Wolf einari fyritøku at finna fram til pening, ið er blivin vekk. Men har er onkur sum ikki vil hava at sannleikin skal kemur fram. Skjótt eru tað fleiri fólk ið vilja drepa Wolf. Tey vita bara ikki av at hann er fyrireikaður uppá alt.

The Accountant

Samanumtøka
Hetta er 100% besti Ben Affleck filmurin síðan Gone Girl kom út fyri tveimum árum síðani. Christian Wolf er líka badass sum James Bond. Eg sá onkran kalla the Accountant John Wick meets Good Will Hunting og tað er nøkurlunda har vit eru. Søgan er sera góð, yvirraskandi og klókt samansett. Meðan the Accountant fyri tað mesta er ein actionfilmur, hevur hann eisini lættan humor um stóra problemið hjá Wolf at sosialisera við øðrum fólkum.
Listin av góðum sjónleikarum í hesum filminum er genialur. Umframt Ben Affleck eru Anna Kendrick, J.K. Simmons, Jeffrey Tambor, Jon Bernthal og Jon Lithgow við. Her vil eg serliga leggja vekt á Jon Bernthal, ið endiliga er byrjaður at fáa góðar rollur í Hollywood. Tjekka hann endiliga sum the Punisher í Daredevil seriuni.
The Accountant gevur sær tíð at fortelja søguna um Christian Wolf og spakuliga verður sannleikin um upprunan hjá honum avdúkaður. Endaliga produktið er ein genialur og øðrvísi filmur.

Eg gevi the Accountant 6/6 sofum:
6

Um tú dámdi the Accountant viðmæli eg:
Taken, John Wick, Bourne trilogiina og Deadpool.

Posted in Ummæli

Rogue One: A Star Wars Story ummæli

rogueone_onesheeta
Tá eg var lítil var eg altíð spentur til jólaaftan tá jólamaðurin fór at koma við pakkum. Sjálvt um eg var um at skíta í buks, so bangin eg var, tá hesin fremmandi maðurin í reyðari drakt við stórum skeggi kom inn til okkum við gávum. Nú havi eg funnið út av at jólamaðurin ikki er til og at tað bara var pabba. Sum ein annar Clark Kent forsvann hann hvørjaferð jólamaðurin kom á vitjan. Sum 26 ára gamal eri eg tó farin at trúgva uppá ein annan jólamann. Nú eitur hann Disney, og Disney gevur mær ein Star Wars filmi um árið. Tað er tað besta eitt stórt barn kann ynskja sær.

star-wars

“Rebel spaceships, striking from a hidden base, have won their first victory against the evil Galactic Empire. During the battle, Rebel spies managed to steal secret plans to the Empire’s ultimate weapon, the DEATH STAR”

Hetta stendur í rullitekstinum tá Star Wars: Episode IV byrjar. John Knoll, ið er VFX supervisor hjá Lucas Film, hevði hugskotið at hetta skuldi verða ein filmur í Star Wars universinum. Tá Disney keypti Star Wars og søgdu, at teir fóru at gera tríggjar stand alone filmar, var Knoll skjótur at leggja sítt hugskot á borðið. Eg fekk nervar, tá eg hoyrdi, at Gareth Edwards skuldi leikstjórna Rogue One. Frammanundan hevur hann leikstjórnað nýggjasta Godzilla filmin. Ein filmur eg haldi var ekstremt skuffandi. Men eg mátti bara bíða við spenningi til skeptikarin í mær slapp at døma endaliga produktið. Eg varð avgjørt ikki skuffaður.

Søgan
Jyn Erso verður biðin um at hjálpa the Rebellion at steðga nýggja vápninum hjá the Galactic Empire. Við sínari myrku fortíð kann hon fáa rættu fólkini at hjálpa í kampinum móti Darth Vader og the Empire. Jyn Erso og the Rebels finna út av, at tey kunnu fáa fatur Death Star tekningunum, ið vísa til eitt veikt punkt stjørnuni. Tì fara tey á eina næstan ógjørliga missión at fáa fatur á tekningunum.

rogue-one04-1024x682

Samanumtøka
Sjávt um vit eru væl vitandi at missiónin at stjala Death Star ætlanina fer at lukkast, tekur tað onki vekk av spenninginum í Rogue One. Er tað ein spoiler fyri teg, skalt tú ikki hyggja eftir Rogue One enn. Hygg í hvørtfall eftir Episode IV fyrst.

Søgan hjá Jyn Erso (Felicity Jones) er einastandandi flott fortald og leggur vekt á, at hetta er ein persónur, vit skulu leggja í. Rebel kemparin, Cassian Andor (Diego Luna), og umvendi Imperial robotturin, K-2SO (Alan Tudyk) eru undirhaldandi duoin, ið minnir um Han og Chewbacca. Eisini møta vit Blinda munkinum, Chirrut Îmwe (Donnie Yen), og Baze Malbus (Wen Jianng). Teir eru badass.
Allar referansurnar til gomlu filmarnar eru fantastiska væl gjøgnumførdar. Hvørjaferð Darth Vader var á skerminum. fekk eg gásarhold. Eg nevni bara Darth Vader, tí restin skal síggjast í filminum. Eg sigi bara, at har eru bæði smáar og størri løtur. Just wait and see.
Michael Giacchino hevur tikið yvir fyri John Williams í tónleikadeildini. At ikki hoyra upprunaligu temaløgini var fyrst eitt sindur løgið, men tað setur sín egna dám á Rogue One uttan at taka Star Wars gandin vekk. Tað var eisini nakað heilt serligt at hoyra undirtónar av verkinum hjá John Williams. Serliga tá Darth Vader kemur á skermin. Alt hetta ger, at filmurin kann fortelja sína egnu søgu.
Chris Weitz og Tony Gilroy hava skrivað eitt rimmar leikrit. Blandingin av drama, action og skemti rakar beint á andan av undanfarnu Star Wars filmunum.
CGI fær stórt herðaklapp. Tì CGI leverar tað, sum eg vil kalla mest hugtakandi partin av filminum. Tað skal eisini síggjast fyri at vita, hvat eg meini við.
Eg eri fullkomiliga tikin á bóli, tá eg hugsi um, hvussu søgan faldaði seg út. Teir síðstu minuttirnar vóru so rørandi, at eg næstan feldi eitt tár. Eg eri djúpt rørdur enn. Rogue One: A Star Wars Story er alt, eg vildi hava hann at vera – ein søga í sama universi uttan at vera eitt kopi. Aftaná hetta eri eg noyddur at hyggja eftir Rogue One einaferð afturat. Gareth Edwards kann fara í song í kvøld og vakna í morgin til ein stóran skara av fjepparum, ið elska verkið hann hevur útført. Tað gleðir meg, at fleiri Star Wars søgur eru eftir at fortelja. Hetta er bara byrjanin.

Eg gevi Rogue One: A Star Wars Story 6/6 sofum:
6

Posted in Ummæli

The Do-Over ummæli: Adam Sandler, tú er ein avbjóðing!

1364067686550
At hyggja eftir Adam Sandler filmum er næstan ein sportur nú. Avbjóðingin er at hyggja líka til rulliteksturin kemur á skermin. Tað er líka lætt sum at renna eitt marathon aftaná at hava sitið á reyvini í tíggju ár. Nýggjasti filmurin, the Do-Over, er nummar tvey av einari kontrakt, sum Adam Sandler hevur gjørt við Netflix. Kontraktin sigur, at hann skal gera fýra filmar hjá teimum. Tann fyrsti var Ridiculous 6, ið er líka stuttligur sum at fara í kríggj á tínum føðingardagi. Hesaferð deilir Sandler høvuðsleiklutin við David Spade. Kann David Spade gera filmin stuttligan? Eg mátti vita tað.

Søgan
Charlie (David Spade) hevur eitt keðiligt lív, sum hann ikki kann koma burturúr. Tað er líka til hann møtir sínum gamla klassakammerati frá high school, Max (Adam Sandler). FBI agenturin, Max, bjóðar Charlie ein vikuskiftistúr í yachtini hjá sær. Charlie vaknar ein morgun aftaná, har Max sigur, at hann hevur falsað teirra deyðar og sprongt yachtina í luftina. Hann hevur funnið teimum nýggjan identitet av tveimum ríkmonnum, sum eiga eini lekkur hús í Puerto Rico. Teir finna tó skjótt út av, at teirra nýggja lív ikki er so gott, tí fólk vilja drepa teir.

The.Do.Over.2016.720p.WEBRip.x264-950MB-MAX.mkv_20160528_042929.140

Samanumtøka
Sjálvt um the Do-Over er væl betur enn Ridiculous 6, so er hann ikki serliga góður. Við einari longd uppá 1 tíma og 48 minuttir er filmurin sera langdrigin. Potentiali er í søguni, men Adam Sandler er simpulthen ikki til at halda út. Hann er strævin og kann ikki finna út av at spæla nakran annan, enn tann sama rópandi idiotin hvørja ferð. David Spade er eitt plástur á sárið. Hann kann vera undirhaldandi til tíðir. Ùtsøgnin hjá Adam Sandler, at hann bara ger filmar har hann eisini kann vera á feriu, lýsir alvorliga ígjøgnum ferð eftir ferð. Tíðin er komin til at Sandler skal geva okkum okkurt annað enn tað sama. Hann má fara aftur til sínar gomlu røtur, har hann gjørdi the Wedding Singer og Punch-Drunk Love. Tí hann hevur fleiri nuansur enn at bara spæla eitt skríggjandi bølmenni. The Do-Over fer ikki í søguna sum nakað komediskt meistaraverk, men fellir bara omanfyri at vera betur enn Grown Ups og Ridiculous 6. Tað er so ikki nakað at rópa hurrá fyri.

Eg gevi the Do-Over 2/6 sofum:
2av6

Posted in Ummæli

Neighbors 2: Sorority Rising ummæli – Seth Rogen og Zac Efron eru back in business!

MV5BMTExMDQ4NDU2ODFeQTJeQWpwZ15BbWU4MDI4MTY4NDgx._V1_SY1000_CR0,0,1333,1000_AL_
Neighbors 2 er ikki fyrsti filmur eg hevði valt at hyggja eftir í biografinum. Eg helt at Neighbors 1 var ok, tískil ikki akkurát tað eg vónaði. Trailarin lovaði meir enn hann kundi levera. Men eg hevði vitjan av vinmanninum, Reidar – og vit vildu bara hyggja eftir einum stuttligum filmi. Vit vóru inni í býnum, á órelateraðum ørindum, tá vit avgjørdu at fara ein túr í biograf. Av tí at vit máttu bíða nakrar tímar til filmurin byrjaði, drukku vit eina øl… Naaah, vit drukku fleiri øl og spældu dart. Hetta endaði við einari kenning. Tí er hetta ummælið skrivað gjøgnum ølbrillur.

Søgan
Aftaná hendingarnar í fyrsta filminum hava Mac og Kelly selt húsini hjá sær. Men tað er ein “escrow” søla, sum ger at keyparin kann avlýsa keypið fyrsta mánaðin eftir keypið. Tí mugu tey syrgja fyri at friður er um húsini komandi 30 dagarnar. Tað verður tórført tá eitt sorority flytir inn við síðuna av. Genturnar ballast hart og larma nógv. Nú mugu Mac og Kelly fáa hjálp frá teirra fígginda, Teddy.
neighbors-2-sorority-rising-trailer-0
Samanumtøka
Plottið minnir nógv um eina modernaða útgávu av Animal House, bara frá hinari síðuni av søguni. Bæði hesin og fyrri filmurin hava gott potentiali, sum teir ikki klára at liva upp til. Sjálvt um hann er stuttligur, manglar flow í søguni. Vit eru ikki válaði í Adam Sandler territorii allíkavæl. Ì forhold til Ridiculous 6 kundi hetta verið ein Oscar vinnari fyri tann skuld. Søgan í Neighbors 2 hevur eina góða uppbygging, men klimaksið er flatt. Tað er møguliga ølbrillurnar sum tosa nú, men eg flenti hart nakrar ferðir. Seth Rogen og Zac Efron eru sera undirhaldandi og tað er kemiin millum teir báðar, sum ger filman verdan nakað. Teir eru ikki beinleiðis ein duo onkur hevði sett saman í høvdinum og hugsað: “Hasir passa sikkurt væl saman í einum filmi”. Men tað gera teir so sanniliga. Tá tað kemur til stykkis er Neighbors 2 ein okay filmur. Fínur til eitt kvøld har tú keðir teg. Tað er møguligt at mín døming er támað av ølbrillunum, so kanska hann bara er stuttligur við øl.

Eg gevi Neighors 2: Sorority Rising 3/6 stjørnum:
3av6.1

Posted in Ummæli