Jordan Peele er kendur úr Comedy Central sketch sendingini, Key & Peele. Tá Key & Peele góvust við sendingini í 2015, gjørdu teir skemtifilmin, Keanu. Nú tá teir eru farnir hvør sær, hevur Jordan Peele leikstjórnað ein horrorfilm – Get Out, ið er ein samfelagslig viðmerking um rasismu. Men hetta er bara byrjanin. Sum nýklaktur horrorleikstjóri ætlar Jordan Peele at gera fleiri filmar. Fýra – fyri at vera heilt neyvur. Hetta eru filmar hann ætlar sær at gera tey næstu 10 árini. Søgurnar hann fortelur skulu allar, sum Get Out, innihalda samfelagsligan kritikk.
Søgan
Afro-amerikanarin, Chris, fer við hvítu damu síni at vitja verfamiljuna fyri fyrstu ferð. Restin er ikki ein romantisk komedia.
Samanumtøka
Chris er bangin fyri at verforeldrini ikki fara at dáma hann, tí hann er littur. Men hann sær umgangandi at tey eru sera vinarlig – kanska alt ov vinarlig. Løgni stemningurin lýsti úr skerminum og eg føldi hvussu Chris hevði tað. Men frá at kreppa tærnar verður filmurin hvørjaferð eitt sindur lættari tá Chris tosar við vinin hjá sær, Cod. Sum Cod sigur í byrjanini: “Don’t go to a white girl’s parents’ house!”, so hevur hann eisini stuttligar viðmerkingar um løgna atburðin hjá verfamiljuni. Hendan blandingin av skemti og horror er nakað av tí sum ger Get Out til tað meistaraverkið hann er. Alt frá tónleiki til kameravinklar og jumpscares er perfekt saman við óhóskandi følilsinum av paranoia, sum andaði niður á nakkan hjá mær gjøgnum allan filmin. Jordan Peele er dottin inn í horrorsjangruna sum ein av teimum bestu. Ì mínum høvdi fór hann frá at vera ein útmerkaður komikari, ið gjørdi ein miðalhampiligan skemtifilm um eina kettu, til “Hvat nú, um Wes Craven leikstjórnaði Meet the Parents”. Get Out fer at forskrekkja teg, men hann fær teg eisini at hugsa. Eg eri ovurfegin! Ein famtíð við fýra horrorfilmum afturat frá Jordan Peele? Eg sigi ja, takk.
Um tær dámar hendan filmin, so viðmæli eg:
The Stepford Wives(1975), the Shining, Scream, 2001 Maniacs, Slither, the Wicker Man (nei, ikki tann við Nicolas Cage, men tann frá 1973) og Funny Games.
Svara