Eg ivist ikki í, at fleiri eru við mær, ið saknaðu eina góða seriu at hyggja eftir í staðin fyri Breaking Bad. Tá eg hoyrdi at eitt spin-off skuldi gerast um sakførarin hjá Walter White, Saul, kendi eg á mær, at hann ikki kundi bera seg so væl sum høvuðspersónur. Til stóra gleði kann eg siga, at eg fór heilt skeivur.
Í gjárkvøldið fór eg á Netflix at hyggja eftir fyrsta partinum av Better Call Saul. Eg kendi meg umgangandi heima aftur í umstøðunum. Stemningurin var tann sami sum í Breaking Bad og eg var fangaður av søguni.
Í innganginum síggja vit, hvar Saul er staddur í dag, aftaná endan á Breaking Bad. Sìðan fer søgan aftur til 2001, tá Saul var nýútlærdur sakførari. Hann stríðist við at koma í gongd við sítt egna virki og hevur brúk fyri pengum. Í vónloysi roynir James McGill, sum Saul upprunaliga eitur, at snýta seg til nakrar klientar. Hetta gongur ikki eftir ætlan og hansara tápuliga hugskot sendir hann í óføri.
Eg var fullkomiliga tikin á bóli og mátti hyggja eftir seinna partinum umgangandi. Um tær dámdi Breaking Bad, so fert tú eisini at dáma hesa seriuna. Tað er ikki bara Saul, ið er aftur úr Breaking Bad, men fleiri kend andlit vísa seg longu í fyrsta parti. Um hesin spenningurin klárar at halda sær, verður Better Call Saul líka gott sum Breaking Bad.
Byrja vikuskiftið við Better Call Saul. Nýggir partar koma á Netflix hvørja viku og kunnu síggjast her. Triðji partur kemur út 14. Februar.
Better Call Saul er gott uppá sín egna máta. Tað er ikki Breaking Bad men hevur sína egnu styrki í leiklutinum hjá Jimmy McGill sum uppá ein sera undirhaldandi máta blívur til Saul Goodman. Eg haldi at hetta er somikið gott framleitt, at tað saktans kann blíva til 4-5 sesongir av Better Call Saul. Eg hopi tað í hvørtfall.