Eg mátti av álvara samla mær mót at hyggja eftir nýggjasta Adam Sandler filminum, Sandy Wexler. Hann hevur ikki beinleiðis gjørt nakað gott tey seinastu nógvu árini. Tískil væntaði eg heldur ikki nakað betri enn Ridiculous 6 ella the Do-Over hesa ferð. Um eg kendi Adam Sandler persónliga, so var okkara vinarband langt síðan skrædnað. Tí hann og hansara vinir halda tað opinbart vera fínasta slag at gera ein vánaligan film, síðan flenna og drekka ein kaldan kopp av kaffi omaná. Ì hesum umfarinum spælir Sandler sín real life manager, Sandy Wernick, sum hevur hildið hann út øll hesi árini. Tað er simpulthen ein kærleikssøga til mannin, sum hevur hjálpt Sandler at byggja vánaligu, men kapitaliserandi, karrieruna upp.
Sum nakrir av okkum stóru Adam Sandler fjepparum kanska minnast, so skrivaði hann eina kontrakt, við Netflix, um 4 filmar. Ja, 4 filmar og vit eru bert komin til nummar 3. Tað vil siga at tað er ein heilur filmur eftir enn. Kanska fleiri, um Netflix halda hesa avtaluna vera so sera lukrativa. åh, sum eg gleði meg til fleiri Adam Sandler filmar.
Søgan
Sandy Wexler er ein manager í 90’unum, sum vil gera alt fyri at halda uppá sínar kundar. Hann lýgur og blandar seg út í ómøgulig scenario, fyri síðan at koma heilskapaður út í hinum endanum. Tað verður verri tá Sandy forelskar seg í sangarinnuni, Courtney Clarke. Tey næstu nógvu árini fylgja vit kærleikssøgu teirra.
Samanumtøka
Hevði tú væntað at hetta var tann næsti Tarantino filmurin? nei, heldur ikki eg. Men óansæð blívi eg bilsin hvørja einastu ferð, tí hvussu lágt kann ein maður søkka?
Filmurin leggur út við einari samkomu av vinum hjá Sandy Wexler. Vit vita bara ikki hvør samanhangurin av hesum er. Er tað ein jarðarferð ella er tað eitt ball? Eg fari ikki at spoila tað fyri tær, tí tað kann vera at tú vil síggja hendan sera spennandi filmin.
Adam sandler ger sína standard stemmu tá hann skal herma eftir øðrum fólki. Ì staðin fyri at minna um persónin, ið hann skal herma eftir, ljóðar hann meir sum hann hevur smekkað høvdið í og er aldrin blivin tann sami aftur. Tí persónurin Adam Sandler spælir í Sandy Wexler er akkurát tann sami hann spælir í Waterboy, Little Nicky, That’s my Boy, and so on and so on.
Søgugongdin er ein stór fløkja, ið gevur lítla til onga meining. At enda, tá rulluteksturin kom á skermin, kundi eg prísa mær sjálvum fyri at hava klárað tað enn eina ferð – eg hugdi eftir einum heilum Adam Sandler filmi.
Nú gleði eg meg at síggja nýggjasta Christopher Nolan filmin, Dunkirk. So kann eg løða og samla mær mótið til næsta stóra Netflix og Adam Sandler samstarvið.
Eg kann ikki viðmæla nakað líknandi, tí ongin filmur er sum hesin, men hygg eftir einum stuttligum filmi:
This is Spinal Tap, Dumb and Dumber, Superbad, Kick-Ass ella I love you, man!
Ella hygg eftir Terminator 2: Judgment Day. Sjálvt hann er stuttligari enn hesin.
Svara