Nýtt lag frá Coldplay útkomið í dag!

cpsongs
Coldplay hava í dag yvirraskað sínar fjepparar við nýggjum lagi. Teir hava ikki sagt nakað um eina komandi fløgu, men ójáttaðar keldur vilja vera við, at ein nýggj fløga kemur út í summar.

Sum nógv hava peikað út, so hevur Midnight eyðkenni av Bon Iver.

Posted in Tónleikur

5 jólafilmar í hesum hugnaligu døgum

Jólini nærkast við hvørjum. Nú eru vit komin nakrar dagar inn í jólamánaðin. Tað er kalt úti, jólapyntið er bæði úti á gøtunum og í vindeygum, men ikki er kavin follin enn. Tendrar ein útvarpið, so hoyrast jólasangir í heilum. Tað er nú vit eiga at vera í jólahýri.
Hesi kvøldini er tað hugnaligt at seta ein góðan film á, við einum koppi av heitum kaka og bollum afturvið. So er spurningurin, hvør skal filmurin vera?
Eg skal geva tykkum boð uppá fimm filmar, eg fari at hyggja eftir á jólum, ið skulu fáa teg í rætta jólahýrið.

1. National Lampoon’s Christmas Vacation
dkdk

Clark Griswold skal hava stór familju jól, men tað er ikki altíð so lætt. Tá jól eru í húsinum, so er tað uppá stórsta manér. Tey skulu hava tað stórsta jólatræið og ógvusligasta pyntið. Tað er tann vanliga søgan við Clark Griswold, alt hann rørir verður til kaos. Tá alt so gongur illa, roynir hann at halda humørinum uppi.
Tað eru ongi jól farin forbí, har hesin filmurin ikki er at síggja í sjónvarpinum. Eg haldi meg sjálvan longu hava sappað forbí hann á tv3. Hann er bæði hugnaligur, pínligur og stuttligur, og fær teg heilt sikkurt at flenna. Ein jólafilmur til alla familjuna.

2. The Nightmare Before Christmas
the-nightmare-before-christmas-movie-poster-3607

Jack Skellington, the pumkin king í Halloween Town, er fyriskipari av Halloween, men hann er troyttur av tí. Ein dag dettur hann av óvart inn í Christmas Town, har hann er heilt óvfarin av hvussu hugnalig jólini eru. Hetta heldur jack vera spennandi at royna í Hallowen Town. Tað gongur tó ikki heilt sum ætlað, tá íbúgvarnir í Halloween Town skulu skipa fyri jólum, tí tey duga bert at skipa fyri halloween.
Eg eri ikki ein stórur fjepari tá tað kemur til musicals, men the Nightmare Before Christmas altíð á mínum jólalista.s

3. Home Alone
home-alone-movie-poster-1990-1020269039

Tá McCallister familjan skal skunda sær á flogvøllin, tí tey skulu halda jól í Paris, gloyma tey lítla Kevin eftir.
Hann noyðist at klára seg einsamallur í húsi. Tað verður verri, tá tveir bandittar ætla at stjala alt tey eiga. Kevin er noyddur at vera kreativur, um hann skal steðga bandittunum, og fyllir húsið við fellum.
Tað eru nokk heilt fá, ið ikki hava sæð hendan filmin. Ein filmur eg havi sæð óteljandi ferðir sum barn. Tað ger hann nú ikki til nakað minni av einum hugnaligum jólafilmi, sum avgjørt fær alla familjuna at flenna saman um jólini.

4. Elf
elf_ver2

Eitt lítil drongur grulvar av óvart í posan hjá jólamanninum. Tá hann kemur við á norðpólin, tekur Papa Elf tað á seg, at uppdraga hann. Tá Buddy, sum drongurin verður kallaður, verður vaksin, er hann nógv størri enn allir hinir elvarnir og dugur illa at byggja leikur. Tá hann fær at vita hvar hann er frá, vil hann finna síni upprunaligu foreldur í stórbýnum.
Elf havi eg sæð eina ferð. Hann er stuttligur og verður heilt sikkurt í mínum á mínum sjónvarpi hesi jólini.

5. Die Hard
die_hard_xlg

Jólaaftan fer politisturin John McClane til Los Angeles, at vitja konu sína. Konan, Holly, arbeiðir í einum háshúsi mitt í býnum, har tey hava eitt jólaball. Meðan John skiftir klæðir, verður ballið steðgað av terroristinum Hans Gruber og hansara monnum. Teir taka øll sum fangar uttan John McClane, sum goymir seg fyri teimum. Nú má John McClane steðga terroristunum einsamallur, á berum leistum við einum pistóli.
Tá eg havi sæð nógvar hjartagóðar jólafilmar, so er tað gott at síggja ein, sum fær testoseronið at kóka. Svarið er altíð Die Hard. Ein óvanligur jólafilmur, men onki minni ein klassikari.

Posted in Hentleikar

Fyrr var rasisman í hásæti í Hollywood!

Uhura_distracts_Hikaru_Sulu_(mirror)
Tað er ikki lætt at fyristilla sær nú á døgum, men fyrr vóru tað bert hvít fólk ið spældu filmar og seriur. Var nakar av aðrari farvu við, so vóru tey í stereotypiskum rollum, sum m.a. tænarar. Hetta var tó nakað sum Gene Roddenberry vildi broyta. Hann gjørdi seriuna Star Trek, sum byrjaði í 1966. Hann vildi síggja javnstøðu í sjónvarpi.
Hygg eftir hesum stutta brotinum.


Hugsa tær til, um hesin hugburður aldrin bleiv broyttur. So høvdu vit ongan Samuel L. Jackson, Halle Berry, Morgan Freeman, Zoe Saldana, Eddie Murphy, Denzel Washington og listin kann ganga út í ævir. Tìbetur er kríggið fyri javnstøðu altíð á rættari leið, sjálvt um tað ofta er torført at berjast fyri, so skal lønin nokk koma.

Posted in Back in Time

Inpedendence Day 2. Við ella uttan Will Smith!

independence-day
Tað er nú heilt sikkurt at Independence Day 2 verður til veruleika. Bæði Bill Pullman og Jeff Goldblum hava víst áhuga fyri filminum, men onki er sikkurt enn við Will Smith. Roland Emmerich hevur úttalað seg, at filmurin verður gjørdur við ella uttan Will Smith.
Seinasti filmurin við Will Smith, After Earth, var eitt stórt skuffilsi. Tí hevði tað kanska verið eitt gott val hjá honum, at tikið ein gamlan leiklut fram aftur. Um Will ikki tekur ein høvuðsleiklut, er tað enn møguligt, at hann fær ein minni leiklut, so vit fáa enda á hansara luti í søguni.
Tað verður spennandi at vita, hvussu filmurin tekur skap, tá alt enn er møguligt, sum nú er.
Tað einasta vit vita er, at tað verða tveir partar. Fyrri filmurin skal eita ID Forever: Part I og kemur út 3. Juli í 2015.

Posted in Nýggjheitir

Breaking Bad alternativur endi!

walt
Àðrenn vit kendu hann sum Walter White, var Bryan Cranston pápin, Hal, í Malcolm in the Middle. Skemtisøgan hevur gingið runt á netinum, at Walter White úr Breaking Bad fór í “witness protection” og endaði sum pápin í óstyriligu familjuni í Malcolm in the Middle.
Hetta hildu fólkini handan Breaking Bad vera stuttligt at royna. Tá Jane Kaczmarek, ið spældi Lois í Malcolm in the Middle, fór ein túr á upptøkustaðið hjá Breaking Bad, valdu tey at gera ein líknandi enda, har Hal vaknar við kaldan dreym.

Posted in Nýggjheitir

How I Met Your Dad?

how-i-met-your-mother-skuespillerne

Nú How I Met Your Mother koyrir á síðstu sesong, eru ætlanir at gera eitt spinoff. Tað eru skapararnir handan upprunaligu seriuna, Carter Bays og Craig Thomas, ið gera komandi seriuna.
Søgan skal fyriganga frá kvinnuliga sjónarhorninum og kallast How I Met Your Dad. Tað verður ein heilt nýggj seria við einum heilt nýggjum høvuðspersóni.
Hesi tíðindini hava fingið blandaða móttøku, har tey flestu halda, tað vera eitt keðiligt hugskot, meðan fjepparar eru spentir.
How I Met Your Mother hevur havt stóran týdning hjá CBS, tí tað hevur verið tann best dámda serian hjá teimum. Tað er tí týdningarmikið hjá teimum at gera eina nýggja seriu, ið kann undirhalda hyggjarafjøldini líka væl.
Er svarið so How I Met Your Dad? Ella er tað klókari at satsa uppá okkurt heilt nýtt?

Posted in Nýggjheitir

Maðurin handan Family Guy við nýggjari seriu!

Family-Guy
Ein kann ikki siga annað, enn at tað gongur strálandi hjá Seth MacFarlane. Fyri stuttum kom hann við sínum fyrsta filmi, Ted, ið hevði eina inntøku á 2,5 milliardir krónur. Umframt hetta hevur hann seriurnar Family Guy, American Dad og the Cleveland Show. Tað hevur tó víst seg, at the Cleveland Show er komið at enda, tí FOX hevur avgjørt ikki at endurnýggja tað. Hetta hevur eisini við sær, at Cleveland flytir aftur til Quahog og verður so statt aftur at síggja í Family Guy.

Tað er tó oftast so, at tá ein hurð verður afturlatin, verður ein onnur latin upp. FOX hevur bílagt eina nýggja seriu frá Seth MacFarlane, ið kallast Bordertown. Søgan fyrigongur í einum lítlum býi á markinum millum U.S.A og Mexico. Bud Buckwald og Ernesto Gonzalez eru nábúgvar. Bud er pápi at trimum og arbeiðir sum kontrol á markinum millum U.S.A og Mexico. Hann følir seg hóttan av broytingum, ið fylgja við innflytarum. Ernesto er innflytari, papi at fýra og roynir at liva “the American Dream.”
Hetta skal nokk enda við nógvum stuttligum løtum teirra millum.
Tað verður spennandi at síggja, um hugskotini hjá Seth enn eru líka góð.
Verður serian á støði við Family Guy og American Dad? Ella verður hon sum the Cleveland Show? Tað kann tíðin bert vísa okkum.

Tagged with: , , , , , ,
Posted in Nýggjheitir

5 nýggjar seriur, ið eru verdar at halda eygað við!

Under-The-Dome-wallpaper
1. Under the Dome
Grundað á bókina hjá Stephen King við sama navni.
Ein lítil bygd, í eystur partinum av U.S.A, verður umringað av einum ósjónligum skjøldri. Flestu fólkini í bygdini byrja at óttast, meðan nøkur royna at loysa gátuna um skjøldrið, fyri at finna ein veg út.

Mike Vogel hevur høvuðsleiklutin. Hann hevur havt nakrar smáar leiklutir í filmunum the Help, Cloverfield og Texas Chainsaw Massacre(2003).
Brian K. Vaughn hevur framleitt seriuna. Hann hevur frammanundan skrivað nógvar partar av Lost.
Stephen King er eisini við sum framleiðari.

Slag: Science-Fiction/Horror
Fyrsti partur kom út 24. Juni

OrangeIsTheNewBlackTitle
2. Orange is the New Black
Piper Chapman skal í geglið, tí hon fyri tíggju árum síðan hjálpti fyrrerandi elskarindu síni, Alex Vause, at smugla pengar til rúsevni.

Piper Chapman og Alex Vause eru leiktar av Taylor Schilling og Laura Prepon. Laura Prepon er kend sum Donna Pinciotti í That 70’s Show.
Jenji Kohan hevur framleitt seriuna. Hon hevur eisini framleitt Weeds.

Slag: Comedy/Drama
Orange is the New Black kom út 11. Juli. Hon kann síggjast á Netflix.

marvelsshield
3. Agents of S.H.I.E.L.D.
S.H.I.E.L.D. agenturin, Phil Coulson, samlar eitt lið av agentum. Teirra mál er at loysa løgin fyribrigdi og at hjálpa superhetjum.

Phil Coulson er leiktur av Clark Gregg. Hann er eisini at síggja í Iron Man, Thor og the Avengers.
Serian er framleidd av Joss Whedon, ið eisini gjørdi the Avengers(2012).

Slag: Action-adventure/Science-fiction/Comedy
Fyrsti partur kom út 24. Septembur.

tv-almost-human03
4. Almost Human
Ì ár 2047 arbeiða menniskju og mannlíkir robottar saman. Detektivurin, John Kennex, er ikki so glaður fyri hesar robottarnar, men verður noyddur at arbeiða saman við einum teirra.

Karl Urban hevur høvuðsleiklutin. Vit kenna hann sum Judge Dredd, og Bones í Star Trek.
Almost Human verður framleitt av Bad Robot, fyritøkuni hjá J.J. Abrams.

Slag: Crime/Drama/Science-fiction
Fyrsti partur kemur 18. Novembur.

netflix-hemlock-grove
5. Hemlock Grove
Ein ung genta verður funnin deyð í skóginum, men tað er ikki lætt at finna brotsmannin. Roman Godfrey og nýggi vinur hansara Peter Rumancek, royna at loysa gátuna, men teir hava eisini teirra egnu loyndir.
Hemlock Grove er gjørt í andanum av Twin Peaks.

Høvuðsleiklutirnar, sum Roman Godfrey og Peter Rumancek, spæla Bill Skarsgård (Sonur Stellan Skarsgård) og Landon Liboiron. Eisini er Famke Janssen við, ið er kend úr X-Men, sum mamma Roman.
Eli Roth hevur framleitt seriuna. Hann er kendur fyri sínar ógvusligu horror filmar Hostel og Cabin Fever.
Hann hevur eisini leikt við í fleri filmum, m.a. Inglorious Basterds og Piranha 3D.

Slag:Horror/Thriller/Mystery/Supernatural
Hemlock Grove kom út 19. Juni. Hon kann síggjast á Netflix

Tagged with: , , , , , , , , , ,
Posted in Nýggjheitir

Fá fleiri filmar og seriur á Netflix!

lgnetflix-2lTað er umleið eitt á síðan, Netflix kom á danska marknaðin. Eg var glaður, at eg nú endiliga kundi streama tær seriur og filmar, eg hevði hug til. Tað var tó eitt størri skuffilsi, tá úrvalið var í so lítið. Innihaldið ið var, var mest gamalt og eg hevði sæð nógv av tí.
Hetta hevur eisini verið niðurlagið hjá teimum flestu, ið hava roynt Netflix.

Tað er tó møguligt at fáa atgongd til ensku, kanadisku og enntá amerikonsku tænastuna hjá Netflix. Tað kostar ikki eina krónu eyka, tú fær eitt nógv breiðari úrval og tað er lógligt.

Tú noyðist at hava Chrome ella Firefox browsarin, fyri at brúka hesa loysnina.
Leita á google eftir “Hola extension Chrome/Firefox.”
Trýst á fyrstu leinkjuna “Chrome store/Mozilla addons”.
À síðuni sært tú, ein bláan “gratis” knøtt(Chrome)/ein bláan “Continue to download” knøtt (Firefox).
Tá tú hevur trýst á knøttin, verður Hola installerað av sær sjálvum.
Nú er eitt lítið ikon, við einum reyðum høvdi á, uppi í høgra horni.
Tá tú ert á Netflix, trýstir tú á reyða høvdið, síðan kanst tú velja hvørjum landi tú vilt síggja Netflix frá.
Tað er nógv ymsikt tilfar á øllum londunum.

Hola kann brúkast til nógv meir enn bert Netflix. Tú kanst nú brúka Pandora, hulu, ITV, FOX, CBS og allar tænastur tú vanliga ikki hevur atgongd til, tí tú ikki ert í rætta landinum.

Tagged with: ,
Posted in Hentleikar

Fýra Marvel superhetjur á Netflix!

fkdfk
Tit hava nokk longu hoyrt tað. Marvel slær seg saman við Netflix, at fáa heili fýra superhetjur á nettænastuna. Talan er um Daredevil, Luke Cage, Jessica Jones og Iron Fist.
Eftir ætlan fær hvør hetja eina sesong á 13 partar. Síðan kemur ein fimta sesong, har allar hetjurnar sláa seg saman at stríðast móti óndum maktum.
Fyrstur á netmiðlinum verður Daredevil, síðan Jessica Jones, Iron Fist og Luke Cage. Undir fimtu sesong kalla tey seg The Defenders.
Tann fyrsta sesongin kemur eftir ætlan í 2015.

Netflix hevur væl og virðiliga víst okkum, at tað er pláss fyri teimum á marknaðinum. Við sínum heilt egna hátti at útgeva seriur, hevur Netflix bæði endurnýggjað og gjørt sínar heilt egnu seriur. Mótsatt vanliga háttinum, har tú ert bundin at einari tænastu at hyggja eitt ásett tíðspunkt, kanst tú nú hyggja tá tær lystir. Allir partar koma út í einum, so tað er onki at bíða eftir.

Tagged with: , , , , , ,
Posted in Nýggjheitir