Fýra Marvel superhetjur á Netflix!

fkdfk
Tit hava nokk longu hoyrt tað. Marvel slær seg saman við Netflix, at fáa heili fýra superhetjur á nettænastuna. Talan er um Daredevil, Luke Cage, Jessica Jones og Iron Fist.
Eftir ætlan fær hvør hetja eina sesong á 13 partar. Síðan kemur ein fimta sesong, har allar hetjurnar sláa seg saman at stríðast móti óndum maktum.
Fyrstur á netmiðlinum verður Daredevil, síðan Jessica Jones, Iron Fist og Luke Cage. Undir fimtu sesong kalla tey seg The Defenders.
Tann fyrsta sesongin kemur eftir ætlan í 2015.

Netflix hevur væl og virðiliga víst okkum, at tað er pláss fyri teimum á marknaðinum. Við sínum heilt egna hátti at útgeva seriur, hevur Netflix bæði endurnýggjað og gjørt sínar heilt egnu seriur. Mótsatt vanliga háttinum, har tú ert bundin at einari tænastu at hyggja eitt ásett tíðspunkt, kanst tú nú hyggja tá tær lystir. Allir partar koma út í einum, so tað er onki at bíða eftir.

Um okkum

Eg tosi um alt ein kann gera sitandi á sofuni. Mest um filmar, men kanska okkurt annað eisini.

Tagged with: , , , , , ,
Posted in Nýggjheitir
2 comments on “Fýra Marvel superhetjur á Netflix!
  1. Jón sigur:

    Teir “Netflix” duga bara hattar har í løtuni og tað sær út til at tað riggar.

    • Sofa Surfarin sigur:

      Oh yeah! Netflix skipanin er betur enn nakrar av teimum gomlu. Nù er ikki neyðugt at niðurleggja seriur, tí tær ikki hava nokk av hyggjarum. Netflix hava jú sustainers, so teir kunnu bara koyra á 🙂

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: