How I Met Your Dad?

how-i-met-your-mother-skuespillerne

Nú How I Met Your Mother koyrir á síðstu sesong, eru ætlanir at gera eitt spinoff. Tað eru skapararnir handan upprunaligu seriuna, Carter Bays og Craig Thomas, ið gera komandi seriuna.
Søgan skal fyriganga frá kvinnuliga sjónarhorninum og kallast How I Met Your Dad. Tað verður ein heilt nýggj seria við einum heilt nýggjum høvuðspersóni.
Hesi tíðindini hava fingið blandaða móttøku, har tey flestu halda, tað vera eitt keðiligt hugskot, meðan fjepparar eru spentir.
How I Met Your Mother hevur havt stóran týdning hjá CBS, tí tað hevur verið tann best dámda serian hjá teimum. Tað er tí týdningarmikið hjá teimum at gera eina nýggja seriu, ið kann undirhalda hyggjarafjøldini líka væl.
Er svarið so How I Met Your Dad? Ella er tað klókari at satsa uppá okkurt heilt nýtt?

Hetta er nýggja heimasíðan, íð fer at innihalda alt ein kann gera sitandi á sofuni. Eg fari at ummæla filmar og tónleik, leggja út nýggjastu forfilmar og nýggjheitir innan films- og tónleikaheimin.

Posted in Nýggjheitir
8 comments on “How I Met Your Dad?
  1. jensarnileo sigur:

    Seriøst? Men annars hava spin offs tann vana at ganga av H til.

    • Sofa Surfarin sigur:

      Sannheit! Hendan serian er eisini bara lækkað í støði gjøgnum ár og dag. Eri sjálvur simpulthen so troyttur av at hoyra laugh tracks í bakgrundini.
      Tað virkar tó sum spinoff áhugin bara veksur, tí Breaking Bad fær eitt spinoff sum eitur Better Call Saul. The Walking Dead skal eisini hava eitt spinoff. Tá so nógv spinnoff koma, er vónandi okkurt sum er gott. Problemið er jú sum oftast at andin er tann sami sum hin serian, men tað manglar okkurt, tá tey somu fólkini ikki eru við. Tað er bara ein seria ið klárar at skifta høvuðspersónin út allatíð og tað er Doctor Who 🙂

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: