Tað er nú heilt sikkurt at Independence Day 2 verður til veruleika. Bæði Bill Pullman og Jeff Goldblum hava víst áhuga fyri filminum, men onki er sikkurt enn við Will Smith. Roland Emmerich hevur úttalað seg, at filmurin verður gjørdur við ella uttan Will Smith.
Seinasti filmurin við Will Smith, After Earth, var eitt stórt skuffilsi. Tí hevði tað kanska verið eitt gott val hjá honum, at tikið ein gamlan leiklut fram aftur. Um Will ikki tekur ein høvuðsleiklut, er tað enn møguligt, at hann fær ein minni leiklut, so vit fáa enda á hansara luti í søguni.
Tað verður spennandi at vita, hvussu filmurin tekur skap, tá alt enn er møguligt, sum nú er.
Tað einasta vit vita er, at tað verða tveir partar. Fyrri filmurin skal eita ID Forever: Part I og kemur út 3. Juli í 2015.
Inpedendence Day 2. Við ella uttan Will Smith!
Posted in Nýggjheitir
Veit mann nakað hvat kann væntast við plottið? Opinlýst er, at aliens venda aftur onkursvegna.
Onki er ordiliga komið út um plottið enn. Tað er staðfest at søgan fyrigongur 20 ár aftaná fyrra filmin, annars ikki nakað annað. Har er í hvørtfall nógv gott tilfar at fara eftir, m.a. hvat gera vit, tá vit hava fingið staðfest at annað lív er til uttanfyri jørðina. Hendan søgan hevur so útgangsstøði í, at aliens eru hostilir, so hvat gera vit? Brynja vit okkum til at teir koma aftur? Kanska koma teir aftur fleiri í tali fyri at fáa hevnd?