Jólini nærkast við hvørjum. Nú eru vit komin nakrar dagar inn í jólamánaðin. Tað er kalt úti, jólapyntið er bæði úti á gøtunum og í vindeygum, men ikki er kavin follin enn. Tendrar ein útvarpið, so hoyrast jólasangir í heilum. Tað er nú vit eiga at vera í jólahýri.
Hesi kvøldini er tað hugnaligt at seta ein góðan film á, við einum koppi av heitum kaka og bollum afturvið. So er spurningurin, hvør skal filmurin vera?
Eg skal geva tykkum boð uppá fimm filmar, eg fari at hyggja eftir á jólum, ið skulu fáa teg í rætta jólahýrið.
1. National Lampoon’s Christmas Vacation
Clark Griswold skal hava stór familju jól, men tað er ikki altíð so lætt. Tá jól eru í húsinum, so er tað uppá stórsta manér. Tey skulu hava tað stórsta jólatræið og ógvusligasta pyntið. Tað er tann vanliga søgan við Clark Griswold, alt hann rørir verður til kaos. Tá alt so gongur illa, roynir hann at halda humørinum uppi.
Tað eru ongi jól farin forbí, har hesin filmurin ikki er at síggja í sjónvarpinum. Eg haldi meg sjálvan longu hava sappað forbí hann á tv3. Hann er bæði hugnaligur, pínligur og stuttligur, og fær teg heilt sikkurt at flenna. Ein jólafilmur til alla familjuna.
2. The Nightmare Before Christmas
Jack Skellington, the pumkin king í Halloween Town, er fyriskipari av Halloween, men hann er troyttur av tí. Ein dag dettur hann av óvart inn í Christmas Town, har hann er heilt óvfarin av hvussu hugnalig jólini eru. Hetta heldur jack vera spennandi at royna í Hallowen Town. Tað gongur tó ikki heilt sum ætlað, tá íbúgvarnir í Halloween Town skulu skipa fyri jólum, tí tey duga bert at skipa fyri halloween.
Eg eri ikki ein stórur fjepari tá tað kemur til musicals, men the Nightmare Before Christmas altíð á mínum jólalista.s
Tá McCallister familjan skal skunda sær á flogvøllin, tí tey skulu halda jól í Paris, gloyma tey lítla Kevin eftir.
Hann noyðist at klára seg einsamallur í húsi. Tað verður verri, tá tveir bandittar ætla at stjala alt tey eiga. Kevin er noyddur at vera kreativur, um hann skal steðga bandittunum, og fyllir húsið við fellum.
Tað eru nokk heilt fá, ið ikki hava sæð hendan filmin. Ein filmur eg havi sæð óteljandi ferðir sum barn. Tað ger hann nú ikki til nakað minni av einum hugnaligum jólafilmi, sum avgjørt fær alla familjuna at flenna saman um jólini.
Eitt lítil drongur grulvar av óvart í posan hjá jólamanninum. Tá hann kemur við á norðpólin, tekur Papa Elf tað á seg, at uppdraga hann. Tá Buddy, sum drongurin verður kallaður, verður vaksin, er hann nógv størri enn allir hinir elvarnir og dugur illa at byggja leikur. Tá hann fær at vita hvar hann er frá, vil hann finna síni upprunaligu foreldur í stórbýnum.
Elf havi eg sæð eina ferð. Hann er stuttligur og verður heilt sikkurt í mínum á mínum sjónvarpi hesi jólini.
Jólaaftan fer politisturin John McClane til Los Angeles, at vitja konu sína. Konan, Holly, arbeiðir í einum háshúsi mitt í býnum, har tey hava eitt jólaball. Meðan John skiftir klæðir, verður ballið steðgað av terroristinum Hans Gruber og hansara monnum. Teir taka øll sum fangar uttan John McClane, sum goymir seg fyri teimum. Nú má John McClane steðga terroristunum einsamallur, á berum leistum við einum pistóli.
Tá eg havi sæð nógvar hjartagóðar jólafilmar, so er tað gott at síggja ein, sum fær testoseronið at kóka. Svarið er altíð Die Hard. Ein óvanligur jólafilmur, men onki minni ein klassikari.
Hetta havi eg ikki fangað! Men ja altíð gott at byrja jóltíðir við Chevy Chase 🙂
Yes 😛 So endar man við a blast, Die Hard 😉