At hyggja eftir Adam Sandler filmum er næstan ein sportur nú. Avbjóðingin er at hyggja líka til rulliteksturin kemur á skermin. Tað er líka lætt sum at renna eitt marathon aftaná at hava sitið á reyvini í tíggju ár. Nýggjasti filmurin, the Do-Over, er nummar tvey av einari kontrakt, sum Adam Sandler hevur gjørt við Netflix. Kontraktin sigur, at hann skal gera fýra filmar hjá teimum. Tann fyrsti var Ridiculous 6, ið er líka stuttligur sum at fara í kríggj á tínum føðingardagi. Hesaferð deilir Sandler høvuðsleiklutin við David Spade. Kann David Spade gera filmin stuttligan? Eg mátti vita tað.
Søgan
Charlie (David Spade) hevur eitt keðiligt lív, sum hann ikki kann koma burturúr. Tað er líka til hann møtir sínum gamla klassakammerati frá high school, Max (Adam Sandler). FBI agenturin, Max, bjóðar Charlie ein vikuskiftistúr í yachtini hjá sær. Charlie vaknar ein morgun aftaná, har Max sigur, at hann hevur falsað teirra deyðar og sprongt yachtina í luftina. Hann hevur funnið teimum nýggjan identitet av tveimum ríkmonnum, sum eiga eini lekkur hús í Puerto Rico. Teir finna tó skjótt út av, at teirra nýggja lív ikki er so gott, tí fólk vilja drepa teir.
Samanumtøka
Sjálvt um the Do-Over er væl betur enn Ridiculous 6, so er hann ikki serliga góður. Við einari longd uppá 1 tíma og 48 minuttir er filmurin sera langdrigin. Potentiali er í søguni, men Adam Sandler er simpulthen ikki til at halda út. Hann er strævin og kann ikki finna út av at spæla nakran annan, enn tann sama rópandi idiotin hvørja ferð. David Spade er eitt plástur á sárið. Hann kann vera undirhaldandi til tíðir. Ùtsøgnin hjá Adam Sandler, at hann bara ger filmar har hann eisini kann vera á feriu, lýsir alvorliga ígjøgnum ferð eftir ferð. Tíðin er komin til at Sandler skal geva okkum okkurt annað enn tað sama. Hann má fara aftur til sínar gomlu røtur, har hann gjørdi the Wedding Singer og Punch-Drunk Love. Tí hann hevur fleiri nuansur enn at bara spæla eitt skríggjandi bølmenni. The Do-Over fer ikki í søguna sum nakað komediskt meistaraverk, men fellir bara omanfyri at vera betur enn Grown Ups og Ridiculous 6. Tað er so ikki nakað at rópa hurrá fyri.
Svara