Rogue One: A Star Wars Story ummæli

rogueone_onesheeta
Tá eg var lítil var eg altíð spentur til jólaaftan tá jólamaðurin fór at koma við pakkum. Sjálvt um eg var um at skíta í buks, so bangin eg var, tá hesin fremmandi maðurin í reyðari drakt við stórum skeggi kom inn til okkum við gávum. Nú havi eg funnið út av at jólamaðurin ikki er til og at tað bara var pabba. Sum ein annar Clark Kent forsvann hann hvørjaferð jólamaðurin kom á vitjan. Sum 26 ára gamal eri eg tó farin at trúgva uppá ein annan jólamann. Nú eitur hann Disney, og Disney gevur mær ein Star Wars filmi um árið. Tað er tað besta eitt stórt barn kann ynskja sær.

star-wars

“Rebel spaceships, striking from a hidden base, have won their first victory against the evil Galactic Empire. During the battle, Rebel spies managed to steal secret plans to the Empire’s ultimate weapon, the DEATH STAR”

Hetta stendur í rullitekstinum tá Star Wars: Episode IV byrjar. John Knoll, ið er VFX supervisor hjá Lucas Film, hevði hugskotið at hetta skuldi verða ein filmur í Star Wars universinum. Tá Disney keypti Star Wars og søgdu, at teir fóru at gera tríggjar stand alone filmar, var Knoll skjótur at leggja sítt hugskot á borðið. Eg fekk nervar, tá eg hoyrdi, at Gareth Edwards skuldi leikstjórna Rogue One. Frammanundan hevur hann leikstjórnað nýggjasta Godzilla filmin. Ein filmur eg haldi var ekstremt skuffandi. Men eg mátti bara bíða við spenningi til skeptikarin í mær slapp at døma endaliga produktið. Eg varð avgjørt ikki skuffaður.

Søgan
Jyn Erso verður biðin um at hjálpa the Rebellion at steðga nýggja vápninum hjá the Galactic Empire. Við sínari myrku fortíð kann hon fáa rættu fólkini at hjálpa í kampinum móti Darth Vader og the Empire. Jyn Erso og the Rebels finna út av, at tey kunnu fáa fatur Death Star tekningunum, ið vísa til eitt veikt punkt stjørnuni. Tì fara tey á eina næstan ógjørliga missión at fáa fatur á tekningunum.

rogue-one04-1024x682

Samanumtøka
Sjávt um vit eru væl vitandi at missiónin at stjala Death Star ætlanina fer at lukkast, tekur tað onki vekk av spenninginum í Rogue One. Er tað ein spoiler fyri teg, skalt tú ikki hyggja eftir Rogue One enn. Hygg í hvørtfall eftir Episode IV fyrst.

Søgan hjá Jyn Erso (Felicity Jones) er einastandandi flott fortald og leggur vekt á, at hetta er ein persónur, vit skulu leggja í. Rebel kemparin, Cassian Andor (Diego Luna), og umvendi Imperial robotturin, K-2SO (Alan Tudyk) eru undirhaldandi duoin, ið minnir um Han og Chewbacca. Eisini møta vit Blinda munkinum, Chirrut Îmwe (Donnie Yen), og Baze Malbus (Wen Jianng). Teir eru badass.
Allar referansurnar til gomlu filmarnar eru fantastiska væl gjøgnumførdar. Hvørjaferð Darth Vader var á skerminum. fekk eg gásarhold. Eg nevni bara Darth Vader, tí restin skal síggjast í filminum. Eg sigi bara, at har eru bæði smáar og størri løtur. Just wait and see.
Michael Giacchino hevur tikið yvir fyri John Williams í tónleikadeildini. At ikki hoyra upprunaligu temaløgini var fyrst eitt sindur løgið, men tað setur sín egna dám á Rogue One uttan at taka Star Wars gandin vekk. Tað var eisini nakað heilt serligt at hoyra undirtónar av verkinum hjá John Williams. Serliga tá Darth Vader kemur á skermin. Alt hetta ger, at filmurin kann fortelja sína egnu søgu.
Chris Weitz og Tony Gilroy hava skrivað eitt rimmar leikrit. Blandingin av drama, action og skemti rakar beint á andan av undanfarnu Star Wars filmunum.
CGI fær stórt herðaklapp. Tì CGI leverar tað, sum eg vil kalla mest hugtakandi partin av filminum. Tað skal eisini síggjast fyri at vita, hvat eg meini við.
Eg eri fullkomiliga tikin á bóli, tá eg hugsi um, hvussu søgan faldaði seg út. Teir síðstu minuttirnar vóru so rørandi, at eg næstan feldi eitt tár. Eg eri djúpt rørdur enn. Rogue One: A Star Wars Story er alt, eg vildi hava hann at vera – ein søga í sama universi uttan at vera eitt kopi. Aftaná hetta eri eg noyddur at hyggja eftir Rogue One einaferð afturat. Gareth Edwards kann fara í song í kvøld og vakna í morgin til ein stóran skara av fjepparum, ið elska verkið hann hevur útført. Tað gleðir meg, at fleiri Star Wars søgur eru eftir at fortelja. Hetta er bara byrjanin.

Eg gevi Rogue One: A Star Wars Story 6/6 sofum:
6

Um okkum

Eg tosi um alt ein kann gera sitandi á sofuni. Mest um filmar, men kanska okkurt annað eisini.

Posted in Ummæli

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: