Denis Villeneuve borðreiðir við nøkrum øðrum enn tí vanliga, sum ger hann til eina superstjørnu innan filmsheimin. Hann hevur ein serligan stíl sum leikstjóri, ið er verdur at kenna áðrenn tú hyggur eftir hansara filmum. Ì hvørtfall um tú spyr meg. Tað sigi eg tí ein Denis Villeneuve filmur kann ikki forstandast bókstaviliga. Stóra Hollywood gjøgnumbrotið hja honum var Prisoners. Meðan Taken, við Liam Neeson, handlar um tað tú heldur – at onkur verður tikin, so at Liam Neeson kann vera badass og bjarga degnum – so eru Denis Villeneuve filmar, sum Prisoners, ikki bara um onkran sum er fangaskapi. Villeneuve fer djúpari við symbolismu. Hann vil hava teg at analysera og leita eftir einari meining í øllum tú sær á skerminum. Tí er filmurin ikki veruliga endaður tá rulliteksturin er komin og farin, men tú mást hugsa um hann í fleiri dagar. Hugsa tær so til at sami maður hevur leikstjórnað Blade Runner 2049. Eg haldi at tann leikstjórastólurin er sum stoyptur til hann.
Søgan
12 UFO’ir lenda runt um í heiminum. Ein málvísindakvinna verður biðin um at hjálpa amerikanska militerinum at fáa samband við verurnar í løgnu flogskipunum. Royndin at samskifta við verurnar blívur til eina kapping um tíð, tá fleiri av londunum byrja at blíva ótolin og vilja loysa trupulleikan við vápnum heldur enn samskifti.
Samanumtøka
Sum vanligt ger Denis Villeneuve ein film, ið ikki bara er science fiction, men eisini ein stór gáta. Amy Adams, Jeremy Renner og Saw Gerrera (Nei, eg meini Forest Whitaker. Red.) gera eitt frálíkt arbeiði sum sjónleikarar. Tað er spennandi at síggja ein film um rúmdarverur, ið ikki bara handlar um at tær umgangandi vilja útrudda okkum – sjálvt um tað ikki bara er har Arrival er øðrvísi. Denis Villeneuve fer aftur niður í søguna, har hann vendur og snarar okkum til vit ikki vita hvat vendur upp ella niður. Sum við Prisoners mátti eg aftur fara heim við fleiri spurningum um hvat og hvussu. At enda er Arrival meira ein gáta enn hann er sci-fi. Av tí sama verður ikki líka nógvur dentur lagdur sci-fi sjónarmiðið og eg fái aldrin nokk av sci-fi. Men eg haldi at boðskapurin er sera góður og tað hálar mínar tankar um endaligu vøruna upp.
Svara