Neighbors 2 er ikki fyrsti filmur eg hevði valt at hyggja eftir í biografinum. Eg helt at Neighbors 1 var ok, tískil ikki akkurát tað eg vónaði. Trailarin lovaði meir enn hann kundi levera. Men eg hevði vitjan av vinmanninum, Reidar – og vit vildu bara hyggja eftir einum stuttligum filmi. Vit vóru inni í býnum, á órelateraðum ørindum, tá vit avgjørdu at fara ein túr í biograf. Av tí at vit máttu bíða nakrar tímar til filmurin byrjaði, drukku vit eina øl… Naaah, vit drukku fleiri øl og spældu dart. Hetta endaði við einari kenning. Tí er hetta ummælið skrivað gjøgnum ølbrillur.
Søgan
Aftaná hendingarnar í fyrsta filminum hava Mac og Kelly selt húsini hjá sær. Men tað er ein “escrow” søla, sum ger at keyparin kann avlýsa keypið fyrsta mánaðin eftir keypið. Tí mugu tey syrgja fyri at friður er um húsini komandi 30 dagarnar. Tað verður tórført tá eitt sorority flytir inn við síðuna av. Genturnar ballast hart og larma nógv. Nú mugu Mac og Kelly fáa hjálp frá teirra fígginda, Teddy.
Samanumtøka
Plottið minnir nógv um eina modernaða útgávu av Animal House, bara frá hinari síðuni av søguni. Bæði hesin og fyrri filmurin hava gott potentiali, sum teir ikki klára at liva upp til. Sjálvt um hann er stuttligur, manglar flow í søguni. Vit eru ikki válaði í Adam Sandler territorii allíkavæl. Ì forhold til Ridiculous 6 kundi hetta verið ein Oscar vinnari fyri tann skuld. Søgan í Neighbors 2 hevur eina góða uppbygging, men klimaksið er flatt. Tað er møguliga ølbrillurnar sum tosa nú, men eg flenti hart nakrar ferðir. Seth Rogen og Zac Efron eru sera undirhaldandi og tað er kemiin millum teir báðar, sum ger filman verdan nakað. Teir eru ikki beinleiðis ein duo onkur hevði sett saman í høvdinum og hugsað: “Hasir passa sikkurt væl saman í einum filmi”. Men tað gera teir so sanniliga. Tá tað kemur til stykkis er Neighbors 2 ein okay filmur. Fínur til eitt kvøld har tú keðir teg. Tað er møguligt at mín døming er támað av ølbrillunum, so kanska hann bara er stuttligur við øl.
Svara