The Accountant ummæli: Ben Affleck er á toppinum!

the-accountant-correct
Ben Affleck hevur havt nakrar upp og niðurtúrar í sínari Hollywood karrieru. Hann bleiv eitt stórt navn saman við Matt Damon tá teir gjørdu Good Will Hunting í 90’unum. Aftaná Daredevil og Gigli komu út byrjaði tað at ganga illa. Báðir filmarnir vóru stór flop og karrieran hjá honum kom ikki í rættlag aftur, fyrr enn hann leikstjórnaði og spældi við í the Town. Síðan hevur tað spakuliga gingið betur hjá Affleck at fáa góðar leiklutir í filmum. Mín favorit seinastu árini er heilt sikkurt Gone Girl. Eitt meistaraverk av einum filmi. Meiningin var at hann skuldi leikstjórna og spæla høvuðsleiklutin í komandi Batman filminum. Nú hevur hann avgjørt at bara taka høvuðsleiklutin sum Bruce Wayne/Batman, tí tað er eitt so stórt projekt. Men í dag er tað the Accountan vit tosa um.

Søgan
Ben Affleck spælir savantin, Christian Wolf. Hann er góður til tøl, men ikki góður við fólki. Undir eyknøvnum hjálpir Wolf skumlum fyritøkum við teirra bókhaldi. Amerikanska fíggjarmálaráðið byrjar at leggja merki til mannin, ið annars er góður til at sletta síni spor, í fleiri kriminellum samanhangum. Samstundis hjálpir Wolf einari fyritøku at finna fram til pening, ið er blivin vekk. Men har er onkur sum ikki vil hava at sannleikin skal kemur fram. Skjótt eru tað fleiri fólk ið vilja drepa Wolf. Tey vita bara ikki av at hann er fyrireikaður uppá alt.

The Accountant

Samanumtøka
Hetta er 100% besti Ben Affleck filmurin síðan Gone Girl kom út fyri tveimum árum síðani. Christian Wolf er líka badass sum James Bond. Eg sá onkran kalla the Accountant John Wick meets Good Will Hunting og tað er nøkurlunda har vit eru. Søgan er sera góð, yvirraskandi og klókt samansett. Meðan the Accountant fyri tað mesta er ein actionfilmur, hevur hann eisini lættan humor um stóra problemið hjá Wolf at sosialisera við øðrum fólkum.
Listin av góðum sjónleikarum í hesum filminum er genialur. Umframt Ben Affleck eru Anna Kendrick, J.K. Simmons, Jeffrey Tambor, Jon Bernthal og Jon Lithgow við. Her vil eg serliga leggja vekt á Jon Bernthal, ið endiliga er byrjaður at fáa góðar rollur í Hollywood. Tjekka hann endiliga sum the Punisher í Daredevil seriuni.
The Accountant gevur sær tíð at fortelja søguna um Christian Wolf og spakuliga verður sannleikin um upprunan hjá honum avdúkaður. Endaliga produktið er ein genialur og øðrvísi filmur.

Eg gevi the Accountant 6/6 sofum:
6

Um tú dámdi the Accountant viðmæli eg:
Taken, John Wick, Bourne trilogiina og Deadpool.

Um okkum

Eg tosi um alt ein kann gera sitandi á sofuni. Mest um filmar, men kanska okkurt annað eisini.

Posted in Ummæli

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: