Edge of Tomorrow ummæli: Tom Cruise hevur fingið sína edge aftur!

Edge-of-Tomorrow-Movie-Poster-Tom-Cruise-HD-Wallpaper

Navn: Edge of Tomorrow
Genre: Action/Sci-Fi
Àr: 2014

Tom Cruise er aftur, var mín fyrsti tanki, tá eg sá hendan filmin. Tað eru fleiri ár síðan hann hevur leikt í einum ordiligum hitti. Tað er um vit hyggja burtur frá teimum obligatorisku Mission Impossible filmunum, ið koma út í jøvnum millumbilum.

Edge of Tomorrow er gjørdur eftir skaldsøguni, All You Need is Kill, skrivað av Hiroshi Sakurazaka. Søgan fylgir Cage (Tom Cruise). Hann er offisér í militerinum, men hevur ikki livað gjøgnum ein dag av kríggi sjálvur. Kríggið er millum menniskju og eina rasu av rúmdarverum, ið vilja yvirtaka jørðina. Cage verður av sínum ovasta, móti egnum vilja, sleptur mitt í eina sjálvmorðs missión. Tá hann fer í sín fyrsta dag av kríggi, verður hann umgangandi dripin, men vaknar upp aftur dagin áðrenn. Hann finnur skjótt út av, at hann nú noyðist at liva sama dagin umaftur, hvørja ferð hann verður dripin. Nú má hann læra seg at berjast móti rúmdarverunum. Hetta ger hann við hjálp frá herkvinnuni Rita Vrataski (Emily Blunt), ið verður kallað Full Metal Bitch.

Besti háttur at lýsa hendan filmin á, er at kalla hann eina blanding av Groundog Day og Starship Troopers. Við leikstjóranum Doug Liman (The Bourne Identity), er filmurin væl útskorin. Tom Cruise og Emily Blunt rigga væl á skerminum saman. Við flottum aktion scenum, og væl úr hondum greiddari søgu, kanst tú ikki fara skeivt við hesum filminum, tá tú hevur sett tær eitt kvøld av til ein góðan og spennandi film.

Eg gevi filminum:
sofasuyrf

Um tær dámar hendan filmin, men vil hava meir, fari eg viðmæla Starship Troopers, the Terminator, Terminator: Judgment Day, Elysium og Independence Day.
Hevur tú hug til ein skemtifilm, hevur Groundhog Day eina líknandi søgu.

Um okkum

Eg tosi um alt ein kann gera sitandi á sofuni. Mest um filmar, men kanska okkurt annað eisini.

Posted in Nýggjheitir, Ummæli
2 comments on “Edge of Tomorrow ummæli: Tom Cruise hevur fingið sína edge aftur!
  1. Jón sigur:

    Eg fari so beint at hyggja eftir filminum 😊

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: