Eg, sum nógv onnur, bíði sera spentur eftir Star Wars Episode VII: The Force Awakens.
Filmurin er eitt heilt ár vekk, tí er tað best at brynja seg við toli. Av hesi orsøk havi eg gjørt ein lista av filmum, sum vit kunnu síggja fram til komandi árið. Tað eru so sanniliga nógvir spenandi filmar á veg.
Vit fara at fáa fleiri Marvel filmar, meir Liam Neeson, meir Hot Tub Time Machine og fleiri uppfylgajarar til gomul hitt. T.d. Terminator, Jurassic World v.m.
Vit byrja sjálvandi við Januar:
9. Januar: Taken 3
Genre: Action/Crime/Thriller
Hetta er tann triðji og allarhelst síðsti Taken filmurin vit fara at síggja.
Bryan Mills(Liam Neeson) verður lagdur undir at hava myrt onkran og má nú reinsa sítt navn.
Tann fyrsti Taken var eitt adrenalin spark sum vildi nakað. Næsti filmurin var meir av tí sama og tað riggaði.
Vónandi kunnu vit fáa ein góðan enda á hesari trilogiini, tí nú má Bryan Mills fáa frið at vera pensioneraður.
16. Januar: Blackhat
Genre: Action/Crime/Drama
Ein hakkari(teldusnillingur) verður leyslatin, fyri at hjálpa U.S.A. og Kina at uppspora ein cyber terrorist.
Hesin filmurin er leikstjórnaður av Michael Mann, ið hevur givið okkum filmar sum Public Enemies og Heat.
Vònandi leverar hann sum áður.
16. Januar: Mortdecai
Genre: Action/Comedy
Lista handlarin, Charles Mortdecai(Johnny Depp), leitar eftir einum stolnum málningi, ið skal eitast at vera knýttur at einari ókendari bankakonto, fylt við nazista gulli.
Tað verður spennandi at síggja Johnny Depp á filmi aftur, sum vónandi kann vísa okkum sjónleikara gullið hann ofta hevur víst.
David Koepp, leikstjórin, hevur eisini leikstjórnað Secret Window, við Johnn Depp.
30. Januar: Project Almanac
Genre: Sci-fi/Thriller
Nakrir ungdómar finna eina uppskrift til eina tíðar maskinu og byggja hana. Alt byrjar sum stuttleiki, men tíðin er ikki at spæla við.
Hesin filmurin kemur frá einum ókendum leikstjóra, við ókendum sjónleikarum. Her eru ongar royndir at døma eftir, men trailarin er spennandi.
Svara