Tað eru yvir trý ár síðan søgan um Harry Potter endaði. Men nú sær tað út til, at hetta ikki er endin á søgunum úr flotta heimi hansara. J.K. Rowling skrivaði á twitter fyri fáum døgum síðan, at hon er við at leggja síðstu hond á eitt Harry Potter spin-off.
Leikritið eitur Fantastic Beasts and Where to Find Them. Tað hevur longu fingið grønt ljós at gerast til film.
Søgan er um rithøvundin Newt Scamander, ið ferðast um knøttin at leita eftir magiskum djórum.
Sjálvt um vit ikki kenna nógv til søguna enn, so er kunngjørt at hon kemur at ganga fyri seg í 1920unum í New York. Meiningin er at Newt steðgar á í stuttum ørindum, men okkurt ger at hann er noyddur at vera.
Newt Scamander er ikki heilt ókendur í Harry Potter heiminum. Vit hoyra um hann longu í Harry Potter and the Philosopher’s Stone. Her fær Harry Potter eina skúlabók, Fantastic Beasts and Where to Find Them, ið er skrivað av Newt Scamander um hansara ferðir og gransking av magiskum djórum.
Filmurin er settur at koma út í Novembur 2016. David Yates er undir samráðingum at venda aftur sum leikstjóri. Hetta hoyra vit meir um seinni.
Svara