The Interview ummæli: Filmurin Norður Korea sigur at ongin skal síggja!

Movies-Seth-Rogen-James-Franco
Navn: The Interview
Àr: 2014
Genre: Komedia

Tað gekk runt sum eldur, tá Sony avgjørdi at taka the Interview úr øllum biografum, eftir hóttanir um eina endurtøku av 11. Septembur 2001, frá hakkara bólkinum “Guardians of Peace”. Game of Thrones rithøvundurin, George R. R. Martin, vildi vísa filmin í sínum egna heimi og bjóða fólki inn, tí hann fann seg ikki í avgerðini hjá Sony. Tað fór so langt at sjálvur amerikanski forsetin, Barrack Obama, kom við einari útmelding um avgerðina hjá Sony.
Tí var tað til stóran lætta hjá nógvum, tá Sony avgjørdi at geva the Interview út tann 24. Desembur, bæði digitalt og í útvaldum biografum. Nógva umtalan hevur ikki gjørt filminum mein, men tvørturímóti streyma fólk nú í biografar at hyggja eftir filminum, og tey ið ikki kunnu síggja hann í biografi, hava leigað hann á seetheinterview.com. Ì gjárkvøldið setti eg meg væl til rættis í sofuna, at hyggja eftir mest umtalaða filminum í heiminum í løtuni.

Verturin í kjaksendingini Skylark Tonight, Dave Skylark(James Franco) og produsari/vinmaður hansara, Aaron Rapaport(Seth Rogen), senda tey nýggjastu tíðindini innan celebrity slatur. Tað býður Aaron ímóti, tá hann heldur vil útvarpa tíðindi av størri týdningi. Teir báðir fáa blóð uppá tonnina, tá teir lesa, at leiðarin í Norður Korea, Kim Jong-Un, elskar kjaksending teirra. Tá tað eydnast teimum at bóka eina samrøðu við Kim Jong-Un, mugu teir fyrireika seg at ferðast til Norður Korea. Àðrenn teir fara avstað, verða teir tiknir inn av CIA, ið vil hava Dave at myrða Kim Jong-Un.

The Interview er akkurát tað tú heldur hann er, um tú kennir filmar sum Seth Rogen og James Franco hava gjørt fammanundan. Ein kann bara fyristilla sær hvussu skeivur Seth Rogen var, tá hann fann uppá hesa søguna. Uttanum søguna, er filmurin fyri tað mesta fyltur við skemti um kynspartar og løgnar luktir.
Stemningurin millum Franco og Rogen er sterkur. Teir hava báðir eina kemi, ið tekur hyggjaran væl gjøgnum allan filmin. Við einari longd uppá næstan tveir tímar fær ein smílibondini væl og virðiliga strekt.
Tað kann ikki gerast annað enn at flenna eftir mátanum Norður Korea hevur reagerað uppá filmin. Ein flatur skemtifilmur, ið fær hakkarar at koma við tómum hóttanum um bumbukríggj og øðrum, er møguliga nakað av tí besta við hesum filminum. Tað ger hann bert meiri stuttligan, tá tú hyggur eftir honum.

Eg gevi filminum:
sofa
Um tú vil síggja meir av tí sama, fari eg at viðmæla This is the End, Pineapple Express, 40 Year Old Virgin og Superbad.
Hevur tú hug at síggja eitt av fyrstu samstørvunum millum Seth Rogen og James Franco, kanst tú hyggja eftir seriuni Freaks & Geeks.

Um okkum

Eg tosi um alt ein kann gera sitandi á sofuni. Mest um filmar, men kanska okkurt annað eisini.

Posted in Nýggjheitir, Ummæli

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: