Fyrsti Iron Man 3 forfilmur útkomin í dag!

Nú er tað ikki so langt síðan, at vit fingu ein ordans umgang av Marvel, tá The Avengers filmurin kom út í biografarnar. Tá sóu vit allar tær stóru hetjurnar í einum filmi, men nú er aftur ein hetja á veg í biografin, nemliga Iron Man, við sínum triðja filmi.
Sjálvt um Jon Favreau er farin frá sum leikstjóri, so hevur hann enn annað beinið inni enn, tí hann verður aftur at síggja sum Happy Hogan. Nýggi maðurin, ið skal syrgja fyri at hesin filmurin fær sína rættu viðferð, er Shane Black. Hesin er hansara næsti filmur. Tann fyrri var Kiss Kiss Bang Bang, sum eisini hevur Robert Downey Jr. í høvuðsleiklutinum.

Her er so forfilmurin:

Posted in Uncategorized

Gòði gamli Total Recall

The good old Total Recall frá 1990. Hesin kom við postinum í dag.

Arnold Schwarznegger er í hesum filminum Douglas Quaid. Tá Quaid skal fara á eina virtuella feriu, hendur nakað óvæntað, og hann noyðist at berjast fyri sínum lívi í staðin fyri at fáa eina góða feriu á Mars.
Hesin verður seinni at hoyra um í einum “Back in Time” ummæli.
Eisini verður hann drigin til samanlíkningar, tá tann nýggi Total Recall við Colin Farrell í høvuðsleiklutinum kemur út á dvd.

Tagged with: , ,
Posted in Back in Time

Cloud Atlas: fortíðin, nútíðin og framtíðin!

Leikstjórarnir handan filmin, Wachowski systkini (Tha Matrix og Speed Racer) og Tom Tykwer (Perfume: The Story of a Murderer og The International), hava sligið seg saman, at gera ein film, ið sigur søguna um nøkur lív bundin at hvør øðrum.

Forfilmurin er ein av teimum heilt longu, um hetta søgdu leikstjórarnir, at søgan sigur so nógv. Fyri at vit skulu fáa eina nøkurlunda mynd av, hvat filmurin er um, mátti forfilmurin gerast langur. Tó er hann ikki drúgvur, men gevur okkum heldur hug at síggja meir av hesi sera stóru og áhugaverdu søguni.

Cloud Atlas er gjørdur eftir bókini við sama navni, skrivað av David Mitchell. Hon fevnir um seks søgur, sum allar hava við hvørja aðra at gera. Byrjað verður á havinum í 1900 talinum, har bókin tekur okkum heilt til eina post apocalyptiska framtíð.

Filmurin hevur nakrar av teimum heilt stóru leikarunum við, millum hesar eru Tom Hanks, Hugo Weaving, Halle Berry, Hugh Grant, Susan Sarandon og Jim Sturgess.

Cloud Atlas er settur at hava heimsfrumsýning 26. Oktobur 2012

Tagged with:
Posted in Forfilmar

Nú er tað lovaða Back to the Future ummælið á veg!

Langt um longi ber tað til hjá mær, at fara í gongd við at hyggja eftir Back to the Future: part I, og síðan geva tykkum eitt ummæli úr Back in Time.

Meðan bíða verður eftir ummælinum, kunnu tit njóta hendan nostalgiska forfilmin.

Posted in Forfilmar

The Man. The Legend. The Anchorman. 2!

Nógv av okkum kenna filmin um Ron Burgundy og hansara trúsfasta team ið stóðu fyri nýggjheitunum í San Diego. Nú verða teir aftur at síggja á hvíta skíggjanum.

Tagged with: , , , ,
Posted in Forfilmar

Django Unchained forfilmur

Sum forfilmurin vísir, so er hesin filmurin fyltur við fingra avtrykkinum hjá Tarantino. Vit kenna beinanvegin til blaxploitation tema. Við funky soul tónleiki og stórum afrohári verður Django introduseraður í einum feitum spaghetti western.

Fyri at hjálpa Schultz at finna the Brittle Brothers, ið bert Django kennir á útsjónd, skal hann afturfyri fríkenna Django og hjálpa honum at fáa konuna hjá sær aftur úr klørnum á Calvin Candie.

Tagged with: , , , ,
Posted in Forfilmar

Fyrstu upptøkurnar hjá Dave Grohl

Fyrst í hálvfemsunum aftaná seinna fløgan hjá Nirvana, Nevermind, var komin út, tók Dave Grohl eitt sindur av frítíð í heimstatinum Virginia. Her byrjaði Dave at upptaka sítt fyrsta solo album fyri lítla plátufelagið Simple Machines. Upptøkurnar vórðu bert útgivnar á band, ið bleiv kallað Pocketwatch. Dave legði ikki sítt egna navn til, men uppfann ein bólk sum hann kallaði Late!. Tað stóð tó í húsanum at ein Dave G hevði skriva sangir og spælt øll intrumentini.

Tað hoyrist umgangandi um ein lurtar eftir bandinum, at hetta er eitt verk av framtíðar grundleggjarinum og sangarinum í Foo Fighters. Ein av sangunum á bandinum var Marigold, ið hevur verið spældur av bæði Foo Fighters og Nirvana. Marigold er eisini einasti sangurin Nirvana hava upptikið, har hvørki sangur ella tekstur eru innspæld Kurt Cobain. Ein annar kendur sangur á bandinum er Friend of a Friend, hesin sangurin var við á fløguni In Your Honor hjá Foo Fighters.

Bandið Pocketwatch er í dag sera sjáldsamt. Plátufelagið Simple Machines vildi geva tað út á fløgu, men hetta noktaði Dave teimum at gera. Hetta hevur við sær, at í dag er bandið nógvar pengar vert. Tað er sæð á Ebay fyri £250, ið svarar til umleið kr. 2300. So ein má noyðast við  at lurta eftir tí á Youtube, um tað ikki liggur fyri at brúka yvir 2000 krónur.

Tagged with: , , , , , , , ,
Posted in Tónleikur

Back in Time

Hvørja fer ein nýggjur filmur kemur út, hava vit øll eina meining um hann. Til tíðir kann tað vera at filmurin er nakað heilt serligt, tað kann vera fyri ein einstakan ella fyri fleiri. Vit taka teir til okkum á ein hvønn hátt vit kunnu. Teir eru ofta fjálgir tá vindurin blæsur og regnið oysir niður, undirhaldandi, tá vit skulu flenna, og vísir, tá vit skulu vegleiðast og hava brúk fyri vísdómi.

Nakrir av teimum filmunum ið eru nakað serligt fyri meg, fari eg so hvørt at hyggja eftir og heiðra við einum bólki á hesari síðu. Hendan bólkin fari eg at kalla “Back in Time”, ein tilvísing av kendu film trilogiini “Back to the Future”.

“Doc og Marty hava júst sent tíðarmaskinuna, ein DeLorean, aftur í tíðina.”

“Back in Time” er ein sangur úr bólkinum “Huey Lewis and the News”. Hesin sangurin varð skrivaður til “Back to the Future” eins og sangurin “The Power of Love”. Umframt at Huey Lewis skrivaði sangin til filmarnar, so hevði hann eisini ein lítlan leiklut í fyrsta filminum. Har er hann dómari til eina tónleikakapping í skúlanum hjá Marty McFly.

Eg havi valt navnið “Back in Time”, fyrst og fremst tí tað lýsir beinleiðis, at venda aftur til okkurt handan okkum. Samstundis er tað úr tónleikaheiminum og filmsheiminum, ið liggur nær tí eg vil siga frá.

Tagged with: , ,
Posted in Back in Time

Beastie Boy, Adam Yauch deyður

Adam Yauch, eisini kendur sum MCA úr Beastie Boys, legði í kvøld árarnar inn, eftir ein trý ára kamp móti krabbameini. Hann bleiv 47 ár.

Tagged with: , , ,
Posted in Tónleikur

The Dark Knight Rises forfilmur

Tað eru átta á liðin síðan Batman tók fallið fyri Two Face. Nú er Bane ein hóttan fyri Gotham City, og Batman má úr mykrinum, fyri at verja býin, ið hevur lagt hatur á hann.

Leikstjórin Christopher Nolan, sigur, at hetta er síðstu ferð hann leikstjórnar svørtu hetjuna á hvíta løriftið.

Christian Bale verður aftur sum ríkmaðurin Bruce Wayne, saman við Morgan Freeman, Michael Caine og Gary Oldman. Eisini koma vit at síggja til Liam Neeson, Joseph Gordon-Levitt, Anne Hathaway og Tom Hardy.

 

Tagged with: , , , ,
Posted in Forfilmar