Fyrst í hálvfemsunum aftaná seinna fløgan hjá Nirvana, Nevermind, var komin út, tók Dave Grohl eitt sindur av frítíð í heimstatinum Virginia. Her byrjaði Dave at upptaka sítt fyrsta solo album fyri lítla plátufelagið Simple Machines. Upptøkurnar vórðu bert útgivnar á band, ið bleiv kallað Pocketwatch. Dave legði ikki sítt egna navn til, men uppfann ein bólk sum hann kallaði Late!. Tað stóð tó í húsanum at ein Dave G hevði skriva sangir og spælt øll intrumentini.
Tað hoyrist umgangandi um ein lurtar eftir bandinum, at hetta er eitt verk av framtíðar grundleggjarinum og sangarinum í Foo Fighters. Ein av sangunum á bandinum var Marigold, ið hevur verið spældur av bæði Foo Fighters og Nirvana. Marigold er eisini einasti sangurin Nirvana hava upptikið, har hvørki sangur ella tekstur eru innspæld Kurt Cobain. Ein annar kendur sangur á bandinum er Friend of a Friend, hesin sangurin var við á fløguni In Your Honor hjá Foo Fighters.
Bandið Pocketwatch er í dag sera sjáldsamt. Plátufelagið Simple Machines vildi geva tað út á fløgu, men hetta noktaði Dave teimum at gera. Hetta hevur við sær, at í dag er bandið nógvar pengar vert. Tað er sæð á Ebay fyri £250, ið svarar til umleið kr. 2300. So ein má noyðast við at lurta eftir tí á Youtube, um tað ikki liggur fyri at brúka yvir 2000 krónur.
Svara