Hvørja fer ein nýggjur filmur kemur út, hava vit øll eina meining um hann. Til tíðir kann tað vera at filmurin er nakað heilt serligt, tað kann vera fyri ein einstakan ella fyri fleiri. Vit taka teir til okkum á ein hvønn hátt vit kunnu. Teir eru ofta fjálgir tá vindurin blæsur og regnið oysir niður, undirhaldandi, tá vit skulu flenna, og vísir, tá vit skulu vegleiðast og hava brúk fyri vísdómi.
Nakrir av teimum filmunum ið eru nakað serligt fyri meg, fari eg so hvørt at hyggja eftir og heiðra við einum bólki á hesari síðu. Hendan bólkin fari eg at kalla “Back in Time”, ein tilvísing av kendu film trilogiini “Back to the Future”.
“Doc og Marty hava júst sent tíðarmaskinuna, ein DeLorean, aftur í tíðina.”
“Back in Time” er ein sangur úr bólkinum “Huey Lewis and the News”. Hesin sangurin varð skrivaður til “Back to the Future” eins og sangurin “The Power of Love”. Umframt at Huey Lewis skrivaði sangin til filmarnar, so hevði hann eisini ein lítlan leiklut í fyrsta filminum. Har er hann dómari til eina tónleikakapping í skúlanum hjá Marty McFly.
Eg havi valt navnið “Back in Time”, fyrst og fremst tí tað lýsir beinleiðis, at venda aftur til okkurt handan okkum. Samstundis er tað úr tónleikaheiminum og filmsheiminum, ið liggur nær tí eg vil siga frá.
Defenition of future
1. time that is to be or come hereafter.
2. something that will exist or happen in time to come: The future is rooted in the past.
3. a condition, especially of success or failure, to come.
Ergo, perfekt heiti til filmarnar. 🙂