Síðan eg sá Kiss Kiss Bang Bang í 2005, havi eg verið fjeppari av Shane Black. Hann er fyrst og fremst leikritskrivari, men hevur eisini leikstjórnað nakrar filmar gjøgnum árini. Hansara serliga eyðkenni er 80’ara buddy cop filmar. Av hesum hevur hann, millum annað, skrivað Lethal Weapon og the Last Boy Scout. Ì 2013 leikstjórnaði hann Iron Man Three, ið bleiv móttikin við blandaðum ummælum. Men nú er hann aftur við einari buddy comedy, the Nice Guys. Hetta er triði filmurin Shane Black hevur leikstjórnað. Av tí at eg eri mega fjeppari av Kiss Kiss Bang Bang, var eg sera spentur at síggja hendan filmin.
Søgan
Holland March(Ryan Gosling) er privat detektivur í 70’unum. Tað gongur ikki so væl hjá honum at fáa góðar sakir at uppklára. Jackson Healy(Russell Crowe), ið hóttir fólk fyri pengar, er blivin hýrdur at forskrekkja March frá einari sak. Sakin er um eina pornostjørnu, ið doyði í einari ferðsluvanlukku, sum onkur heldur vera eitt morð. March og Healy finna skjótt út av at sakin kann gagna teimum báðum. Teir sláa seg tí saman at loysa gátuna.
Samanumtøka
Ryan Gosling og Russell Crowe eru tveir fantastiskir sjónleikarir og teir spæla væl saman. Holland March er ófantaligur og kemur altíð til at meiðsla seg, meðan Jackson Healy dámar væl at sláa fólk. Eg elski 80’ara politifilmar sum Beverly Hills Cop, Lethal Weapon og Die Hard. The Nice Guys er gjørdur í hesum andanum. Hann er fullur av action, undirhaldi og one-liners. Tað skal tó sigast at the Nice Guys minnir nógv Kiss Kiss Bang Bang. Báðir handla um tveir menn, sum blanda seg har teir ikki skulu. Men alíkavæl gjørdi hetta ikki filmin verri. Um tú hevur brúk fyri at slappa av og hyggja eftir einum stuttligum filmi við massar av action, so er hetta tann rætti filmurin til tín.
Eg gevi the Nice Guys 5/6 sofum:
Um tær dámdi hendan filmin, kann eg viðmæla:
Die Hard, Kingsman, Lethal Weapon, Last Action Hero og the Last Boy Scout.
Svara