Hvat geri eg við lívið hjá mær? Eg veit at Adam Sandler stinkar. Hví hyggi eg so eftir hansara filmum? Ringast av øllum er, at eg hugdi eftir Ridiculous Six á Netflix, lógliga. Tí eri eg nú luttakari í statistikkunum, sum sigur, at tað er populerasti filmur NAKRANTÌÐ á Netlix. Eg veit ikki um tað kann fyrigevast, men eg eri noyddur at líva við tí. Tá fólk siga at lortur rullar í undanbrekku, er tað Adam Sandler tey tosa um?
Søgan
Tommy “White Knife” Stockburn er ein hvítur maður, ið er uppvaksin saman við indiánarum. Hann hevur aldrin kent pápa sín. Ein dag kemur biologiski pápi hansara, Frank Stockburn, aftur. Hann fortelur soninum at hann noyðist at skaffa $50.000, ella verður hann dripin av sínum fyrrverandi banda. Tá Frank verður tikin til fanga av bandanum, tekur Tommy tað á seg at finna nokk av peningi, so pápi hansara kann blíva leyslatin. À ferðini kemur hann eisini fram á sínar 5 hálvbrøðir, ið allir deila sama pápan, Frank Stockburn.
Hondina upp, um tú heldur hesin filmurin ikki verður góður!
Samanumtøka
Eg haldi at Adam Sandler roynir at gera okkurt Three Amigos líknandi, men fær tað heldur til at síggja út sum eitt alvorligt tilfeldi av diarré. Har er null komedia og býttar fartjokes. Adam Sandler stingur ein mann í lærið við einari gularót. Cowboy klæðini og parykkarnar síggja meiri út sum eitt føstulávintsball í 2016, enn nakað frá 1800 talinum. Adam Sandler, hvat gert tú við okkum? Eg fari ikki at hyggja eftir tínum næsta filmi, sjálvt um hann er ókeypis. Lat okkum fáa klassiskar komediufilmar aftur. Humor kann vera flatur, men ongin sigur at hann skal vera býttur. Adam Sandler hevur eina kontrakt við Netflix, um at gera fleiri filmar. Vís okkum at tú kann vera stuttligur. At enda havi eg onki gott at siga um hendan filmin. Kanska smábørn halda hann vera stuttligan.
Svara