The Revenant ummæli: Leonardo DiCaprio fær sín Oscar

rev poster
Leonardo Dicaprio vann ein Oscar herfyri. It’s been a long time coming, sagt á góðum enskum. Eg haldi sjálvur, at av hansara Oscar nomineringum, er hetta kanska tann minst uppiborna. Tað er nú ikki lítið sagt, tá tað er Leonardo vit tosa um. Hann er í einum klassa fyri seg. Men eg haldi at hann skuldi vinna ein Oscar fyri the Wolf of Wall Street. TAÐ var ein leiklutur og filmur, ið var out of this world. Lat meg ikki klaga meir. Leonardo DiCaprio hevur ein Oscar. So nú kunnu vit øll sova gott.

Søgan
Àrið er 1883. Hugh Glass er veiðimaður. Hann fraktar skinn við øðrum veiðimonnum, tá teir verða álopnir av indiánarum. Fyri at náa heim, eru teir noyddir at goyma skinnini og fara eftir teimum aftur seinni. À leðini heim er Hugh so óheppin, at hann verður álopin av einari bjørn. John Fitzgerald lovar at bera løstaða mannin heim fyri eyka pening. Men tá teir eru einsamallir, letur hann Hugh liggja eftir. Sjálvt um Hugh ikki fær gingið, er hann so settur uppá at fáa sína hevnd, at hann spakuliga byrjar at grulva seg eftir John.

revenant2015

Samanumtøka
Man skuldi trúð at legendan um Hugh Glass var ein søgn, men hon er frá veruleikanum. Okkurt er lagt afturat søguni, fyri at gera hana meiri dramatiska. Men meginparturin passar. Hetta er nokk mest fysiski leikluturin, ið Leonardo Di Caprio hevur spælt. Dialogurin er minimalur og Hugh Glass tosar ikki nógv meir enn Mad Max Fury Road. Sum Leonardo altíð ger, er hann so dedikeraður til at vera Hugh Glass, at eg ivaðist ikki í at Leo var hann. Tað er nakað sum eg altíð fái burturúr filmum við Leonard DiCaprio. Hann spælir teir so væl, at tað følist sum hann eigur leiklutin.
The Revenant er ikki bara Leonardo, men eisini tær einastandandi myndirnar, ið leikstjórin Alejandro G. Iñárritu hevur upptikið. Produktiónin hevði nógvar avbjóðingar, tí filmurin bleiv bert upptikin í dagsljósi um veturin. Tað er ikki spart uppá harðskapin og filmurin er eisini ekstremt realistiskur. Tí eru nógvar av hendingunum óbehagiligar og vamlisligar. Hetta ger filmin góðan, men eisini nóg mettandi til bara at hyggja eftir eina ferð.
The Revenant fortelur eina ótrúliga, visuella søgu, ið heilt sikkurt hevur uppiborið tríggjar Oscars. Harímillum besta leiklut og besta leikstjóra.

Eg gevi filminum 5/6 sofum:
sofasuyrf

Um tær dámdi hendan filmin, viðmæli eg:
Mad Max: Fury Road, the Good, the Bad and the Ugly, the Hateful Eight og Kill Bill

Um okkum

Eg tosi um alt ein kann gera sitandi á sofuni. Mest um filmar, men kanska okkurt annað eisini.

Tagged with: , , , , ,
Posted in Ummæli

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: