Biograffilmar: Mai (Captain America, X-Men, Neighbors 2 v.m.)

biofilm
Mai verður stóri superhetju mánaðin í ár. Captain America: Civil War og X-Men: Apocalypse koma út í mai. Tilsamans havi eg funnið 6 potentielt góðir filmar, sum koma út hendan mánaðin. Burtursæð frá superhetju filmunum, eri eg serliga spentur uppá the Nice Guys og Neighbors 2.

4. Mai

Captain America: Civil War
civil

Captain America: Civil War er á stødd við Avengers filmarnar – við Ant-Man, Iron Man, Black Panther, Falcon, the Winter Soldier, Black Widow, Vision, War Machine, Scarlet Witch, Hawkeye og Spider-Man. Wow! Hasin listan endaði næstan ikki
Fox hevur áður átt rættin til at brúka Spider-Man. Men Marvel og Fox hava gjørt eina avtalu, har teir kunnu deilast um superhetjuna. Hetta er aftaná the Amazing Spider-Man 2 floppaði hjá Fox.
Tað verður spennandi at síggja Spider-Man saman við Marvel legendunum, har hann hoyrir heima.

Civil War er ein legendarisk Marvel søga, um óeinigheitir millum Iron-Man og Captain America. Hetta noyðir teir báðar í eitt kríggj móti hvørjum øðrum.

13. Mai

Money Monster
Money-Monster-banner

Jodie Foster er farin frá sjónleikaralívinum til at leikstjórna filmar.
Við George Clooney og Julia Roberts, má hesin filmurin hava okkurt spennandi í ermuni. Men tað eru ikki bara nøvnini, ið er tiltalandi her. Filmurin sær spennandi út.

Lee Gates er vertur í einari beinleiðis íløgusending. Hann verður, saman við sínum framleiðara, settur í eina ræðuliga støðu, tá ein óheppin íløgumaður, við einari løddari byrsu, brýtir seg inn í sjónvarpsrúmið.

20. Mai

Neighbors 2: Sorority Rising
neighbors2-trailer-banner
Eg kom av óvart á trailarin til hendan filmin. Tí var tað heilt óvæntað at ein uppfylgjari til Neighbors var á veg.
Men Seth Rogen og Zac Eftron eru aftur. Fara teir at vera high? Allarhelst. Neighbors 1 var sera undirhaldandi. Vónandi verður Neighbors 2 á sama støði.

Ì Neighbors 2 fáa Mac og Kelly aftur problemir, tá eitt nýtt sorority flytir inn við síðuna av. Hesa ferð eru tað ikki villir drongir, men gentir. Tá tey ikki vita hvat tey skulu gera, fáa tey hjálp frá fyrrverandi rivalinum, Teddy Sanders.

The Nice Guys
Nice-Guys-Banner
Kiss Kiss Bang Bang, við Robert Downey Jr. og Val Kilmer, er ein av mínum favoritt filmum. The Nice Guys er leikstjórnaður av sama manni, Shane Black. Hann hevur áður skrivað manuskriptini til Lethal Weapon filmarnar, the Last Boy Scout og Last Action Hero.

Ryan Gosling er privat detektiv í 70’unum. Ein pornostjørna er deyð og ein genta er vekk. Saman við Russell Crowe, ið er ein leigurhermaður, roynir hann at loysa gátuna.

27. Mai

X-Men: Apocalypse
x-men-apocalypse-banner
Tað er ótrúligt at X-Men kláraði at at hála seg úr rennuni aftur, aftaná X-Men: The Last Stand. Tann filmurin var ein vanlukka. Men nú eru vit komin á endan av einari nýggjari trilogi. Seinasti filmurin, X-Men Days of Future Past, er nokk tann besti X-Men filmurin higartil. Vónandi er X-Men: Apocalypse líka góður.

Fyrsti mutanturin nakrantíð, Apocalypse, er ódeyðiligur. Tá hann vaknar, aftaná at hava sovið í yvir túsund ár, er hann ikki nøgdur við heimin sum hann er. Hann tekur tí stig til at gera nakað við tað og útrudda øll vanlig menniskju.

Alice Through the Looking Glass
alice-through-looking-glass_nws8
Tim Burton setti lív í Alice in Wonderland universið aftur. Tað eru nógvir filmar og teknifilmar gjørdir av Alice in Wonderland gjøgnum tíðina. Men hetta var tann fyrsti modernaði filmurin. Tim Burton vendur ikki aftur til Alice Through the Looking Glass, men allir uppruna sjónleikararnir eru við. Johnny Depp, Anne Hathaway og Helena Bonham Carter.

Alice fer aftur til Wonderland, men the Mad Hatter er í vanda. Alice er noydd at hjálpa the Mad Hatter úr klørnunum á Time, ið ætlar at oyðileggja Wonderland.

Um okkum

Eg tosi um alt ein kann gera sitandi á sofuni. Mest um filmar, men kanska okkurt annað eisini.

Posted in Nýggjheitir

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: