Eg ræðist hæddir. Alíkavæl má eg bjóða mær sjálvum av við einum fjallatúri av og á. Vit hava jú eina vakra náttúru í Føroyum. Tað er synd at lata eitt upplivilsi fara til spillis, bara tí eg ræðist hæddir eitt sindur. Men tankin um at ganga á línu yvir World Trade Center, er ikki nakað tey flestu av okkum hava nossir til – og so í hvørtfall ikki eg. The Walk er ein søga frá veruleikanum, um Philippe Petit, ið gekk millum World Trade Center bygningarnar, the Twin Towers, á einari línu. Tað sigst, at fólk, ið sóu the Walk í biografinum, spýðu av at síggja línugangarin spáka yvir World Trade Center.
Søgan
7. August í 1974 gekk Philippe Petit yvir World Trade Center á einari línu. Hetta var fyrstu og síðstu ferð nakar gjørdi tað. Sum 16 ára gamal fann Philippe út av, at hann elskaði at gangá á línu. Innan eitt ár hevði hann meistrað teknikkin. Nú var hansara einasta forðing nýggjar avbjóðingar. Ì 1968, tá Philippe sat og bíðaði eftir tannlæknanum, sá hann fyri fyrstu ferð ætlanina at byggja World Trade Center í New York. Tá lovaði hann sær sjálvum, at hann skuldi ganga á línu yvir bygningarnar. Philippe flutti seinni til New York, har hann samlaði sær ein bólk av fólkum, ið skuldu hjálpa honum við ætlanini.
Samanumtøka
The Walk er settur saman sum ein heist filmur, ið líkist Ocean’s Eleven og the Italian Job. Tað riggar væl, tí ætlanin hjá Philippe er ólóglig og krevur umfatandi fyrireikingar. Philippe stendur á fríheitsgudunduni, við Twin Towers í bakgrundini, og fortelur sína upprunasøgu. Forteljingin hevur sama stíl sum Forrest Gump, har Forrest situr á einum bonki og fortelur sína søgu. Tað er eisini Robert Zemeckis, ið hevur leistjórnað báðar filmarnar.
Joseph Gordon-Levitt sleppur væl frá at spæla Philippe Petit. Eg havi eitt soft spot fyri honum sum sjónleikara, og eg vænti, at hann einaferð verður ein Oscar nomineraður sjónleikari.
Eg føldi sveittan í lógvunum, tá Philippe traðkaði á línuna. Tað er gott at eg ikki hugdi eftir filminum í biografinum. Tí so hevði eg nokk spýð.
The Walk er til síðst ikki bert um bragdið hjá Philippe Petit. Men eisini søgan um tveir kontórbygningar, ið blivu varðar fyri dirvi. Àðrenn bragdið vórðu teir sæddir sum skrímsl, men Philippe gav teimum sál. Seinni bleiv lagnan tíverri ein onnur, tá yvirgangsmenn gjørdu enda á the Twin Towers.
Um tær dámdi hendan filmi, viðmæli eg:
Forrest Gump, Ocean’s Eleven, Inception, Resevoir Dogs, Die Hard og the Ususal Suspects.
Góður filmur