So eru vit komin til Mars. Eg havi funnið fimm filmar, ið vónandi góðir hendan mánaðin. Veikast á hesum listanum, er tann fyrsti, London Has Fallen. Niðast á listanum er Batman V. Superman, ið kann fara báðar vegir. Alíkavæl er hann tann sterkasti á listanum. Mest av øllum vóni eg, at 10 Cloverfield Lane verður eitt hit.
4. Mars
London Has Fallen
Ì fyrsta filminum, Olympus Has Fallen, var Mike Banning fangaður í hvíta húsinum saman við terroristum (luktar av Die Hard rip-off). Nú er Hann til jarðarferð hjá forsætisráðharranum í Bretlandi. Tað gongur sjálvandi ikki serliga væl, tí Mike Banning varnast við, at terroristar ætla at beina fyri øllum heimsins leiðarum.
London Has Fallen sær ikki út sum ársins filmur. Kanska tær dámar Gerard Butler og Morgan Freeman. Tað kann eisini vera at tú bara hevur hug at síggja London brenna. Okkurt sigur mær, at Michael Bay fer at hyggja eftir hesum filminum.
Zootopia
Um tað er Disney Pixar, er tað gott. So longi tað ikki er Cars. Um tað er Cars, so sokkar tað.
Ì Zootopia búgva øll djórini saman. Judy, ið er kanin, hevur fingið starv sum fyrsti politistur av sínum slag í býnum. Ongin trýr at hon fer at klára seg væl. Tí verður hon bert sett at arbeiða sum parkeringsvaktur. Men Judy vil heldur finna út av, hvat tað er, sum hevur fingið fleiri djór í býnum at loypa á onnur djór. Tað ger hon við hjálpini frá svikarevinum, Nick, ið var vitni til ein at tilburðunum.
Pixar kann bara ikki lata vera við at gera fittar og genialar filmar. Síðan Toy Story, í 1995, hava vit fingið klassikarar, sum the Incredibles, Finding Nemo og Up. Ì framtíðini fara fleiri spennandi Pixar filmar at koma út. Toy Story 4, the Incredibles 2 og Finding Dory. Bert fyri at nevna nakrar.
11. Mars
10 CLoverfield Lane
Ein ung kvinna vaknar í einum bumbukjallara, aftaná hon hevur verið í einari ferðsluvanlukku. Eigarin, Howard, sigur at hon ikki kann fara út, tí heimsins undirgangur er komin. Passar tað sum hann sigur, ella hevur hann kidnappað hana?
Hetta má vera ársins trailari. Stemningurin við sanginum, I Think We’re Alone Now, gevur mær gásarhold. John Goodman er við í filminum, og tað er nokk fyri meg. Tí John Goodman er fantastiskur! Vónandi er hesin filmurin so spennandi, sum hann sær út til at vera. Eg gleði meg í hvørtfall.
The Brothers Grimsby
Brøðurnir Grimsby vórðu skildir sum børn. Annar beiggin, Sebastian, verður agentur. Meðan hin beiggin, Nobby, er ein typiskur enskur fótbóltsfjeppari frá einum fátækum fiskarabýi. Nobby hevur leitað eftir beiggja sínum í 28 ár. Tá hann endiliga finnur hann, verður hann av óvart eisini blandaður uppí eina ætlan, at gera enda á øllum heiminum. Nú er hann noyddur at hjálpa beiggjanum, Sebastian.
Tá tað kemur til at gera góðar skemtifilmar, er tað ofta longi ímillum snapsarnar. Sacha Baron Cohen hevur gjørt fleiri stuttligar filmar gjøgnum árini. Vónandi er hesin ein av teimum. Trailarin er í hvørtfall stuttligur. The Brothers Grimsby sær út sum ein blanding av Kingsman og Johnny English. Vònandi er tað gott.
25. Mars
Batman V. Superman: Dawn of Justice
Batman er bangin fyri hvat Superman kann brúka sína styrkju til. Meðan teir báðir berjast móti hvørjum øðrum, kemur ein nýggj hóttan til býin, Metropolis. Nú eru Batman og Superman noyddir at grava øksina. Saman við Wonder Woman, skulu teir nemliga berjast móti kenda rivalinum hjá Superman, Lex Luthor.
Eg má siga sum er. At byrja við var eg ikki serliga spentur um hendan filmin. Fyrri Superman filmurin, Man of Steel, var í besta føri lunkaður. Men aftaná at hava sæð hendan trailarin, eri eg imponeraður. Ben Affleck sær út til at passa væl inn í leiklutin, sum Bruce Wayne. Vit fáa at síggja tann 25. Mars.
Niðurstøða
Byrjanin á árinum bjóðar ikki altíð uppá teir bestu filmarnar, tá hetta er ein tann ringasta tíðin á árinum, at geva filmar út. Tann heilt stóri filmurin hesaferð er onki at ivast í. Batman V. Superman: Dawn of Justice hevur verið hypaður í tvey ár eftir hondini. So hann hevur eitt sindur at liva upp til.
Eg mest spentur uppá 10 Cloverfield Lane og Batman V. Superman: Dawn of Justice hendan mánaðin. Eg eri eitt sindur í iva, um nakar av teimum verður góður, men eg livi við vónini.
Svara