Deadpool ummæli: Ryan Reynolds er the Merc with a Mouth!

Deadpool-2012-new-poster-3
Tað tók langa tíð at fáa Deadpool filmin gjørdan, men nú er hann her. Filmurin fór í produktión í 2004, og Ryan Reynolds, ið spælir Wade Wilson, hevur líka síðan kempað fyri at fáa hann til veruleika. Trupulleikin hevur altíð verið, at Deadpool tekniserian er eyðkend fyri vold, og at Deadpool sjávur dámar væl at brúka seg – hann verður jú eisini kallaður fyri the Merc with a Mouth. Tískil er Deadpool serian ikki egnað til børn, og tað sá filmproduktiónin sum mistir pengar. Alt hetta broyttist í 2012, tá ein stuttfilmur bleiv likin av Deadpool, og fjepparir vístu so stóran áhuga, at filmurin endiliga fekk grønt ljós.

Søgan
Wade Wilson er hermaður, sum ikki longur er í tænastu. Tá hann endiliga hevur samlað lívið hjá sær og skal giftast við gentuni, hann elskar, fær hann staðfest deyðiligt krabbamein. Men hann er ikki klárur at doyggja. Tí meldar hann seg til eitt eksperiment, ið kann lekja krabban. Undir eksperimentinum endar Wade Wilson tó umframt at gerast frískur eisini at fáa super lekjandi evnir. Tíverri ger eksperimentið eisini, at hann verður so misháttur, at hann ikki torir at fara aftur til damuna hjá sær. Wade fær sær superhetjunavnið, Deadpool, og setur sær fyri at finna mannin, ið gjørdi hetta við hann. Nú skal Deadpool hava hevnd.

Niðurstøðan
Sum nógv onnur hava sagt áðrenn meg, spælir Ryan Reynolds ikki bara Deadpool – hann er Deadpool. Hetta er besti leikluturin hann nakrantíð hevur spælt. Hann hevur gjørt ein Matthew McConaughey. Bei bei, Wan Wilder. Halló, Deadpool. Filmurin tekur ikki seg sjálvan seriøst, og tað er har hann er sterkast. Av tí at ongin væntaði, at Deadpool fór at hála sekkir av pengum inn, fekk hann ikki líka nógv at arbeiða við fíggjarliga, sum aðrir stórfilmar fáa. Hetta verður vent til eina styrkju, har Deadpool allatíð gloymir tey bestu vápnini heima, og síðan skemtar um, at pengar ikki eru til vill showdowns. Filmurin byrjar mitt í søguni, har vit síggja flashbacks av lívinum hjá Wade Wilson, ið byggir upp til, at hann verður til Deadpool.
Tað er stórur munur á Deadpool og øðrum superhetjum, tí hann veit av, at hann er í einum filmi eins og Frank Underwood í House of Cards.
Filmurin var alt tað eg vildi hava hann at vera. Hann er actionpakkaður, raunchy og stuttligur. Deadpool brýtir seg úr mongdini av superhetju filmum og roynir nakað nýtt. Tað er akkurát soleiðis vit vilja hava tað.

Eg gevi Deadpool 6/6 sofum:
6
Hevur tú hug at síggja líknandi filmar?
Eg viðmæli Kick Ass, the Punisher, Kill Bill og Mad Max.

Um okkum

Eg tosi um alt ein kann gera sitandi á sofuni. Mest um filmar, men kanska okkurt annað eisini.

Posted in Ummæli

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: