Pixels ummæli: Ein Adam Sandler filmur. Kann hann yvirraska?

onesheet
Tá eg var 8 ár, helt eg Adam Sandler vera verðins stuttligasta sjónleikara. Enntá stuttligari enn Jim Carrey. Ja ja, eg var bara 8 ár. Hvussu skuldi eg vita betur? Eg átti the Waterboy á video, og hugdi eftir honum so ofta, at bandið fór at flimra. Men eldri eg bleiv, minni stuttligur bleiv Adam Sandler. Síðsti filmurin, ið hevði nakra vón var Click. Síðan tað hava filmarnir hjá honum verið the bottom of the pit. Hugsa Jack and Jill. Mær nýtist ikki at síggja hann, fyri at vita hvussu vánaligur hann er. Bara við at hyggja eftir trailarinum fái eg vaml. Adam Sandler spælir Jill, ið fer at vitja beiggja sín, Jack, eisini leiktur av Adam Sandler. Koyr í skrell!
Hann skal ikki bara fáa bad credit frá mær alíkavæl. The Wedding Singer er genialur. Tað er Punch-Drunk Love eisini. Tað kann ikki sigast at Adam Sandler er sum vín, tí hann er í hvørtfall ikki blivin betur við tíðini. Hann er kanska meira sum ein mjólkapakki, tí hann gekk út aftaná Punch-Drunk Love.
Nú spola vit fram til 2015. Adam Sandler spælir høvuðsleiklutin í Pixels saman við Kevin James, Josh Gad, Michelle Monaghan og Peter Dinklage. Eisini er filmurin leikstjórnaður av Chris Columbus. Hann hevur áður leikstjórnað Harry Potter, Mrs. Doubtfire og Home Alone. Adam Sandler kann ikki gera hendan filmin alt ov vánaligan, ha?
Eg gav honum ein kjans, tí eg haldi hugskotið vera framúrskarandi. Rúmdarverur leypa á jørðina sum videospøl frá 80’unum. GE.NI.ALT! Ja, Adam Sandler er við. But we’ll let it slide.

Søgan
Sam Brenner(Sandler), Will Cooper(James), Ludlow Lamonsoff(Gad) og Eddie “The Fire Blaster”(Dinklage) spældu arcade spøl, tá teir vóru børn. Pac-Man, Donkey Kong, Space Invaders og nógv onnur klassisk spøl. ì einari kapping teir spældu í 80’unum, blivu øll spølini send út í rúmdina aftaná, har intelligentar verur kundu finna tey. Tá teir eru vaksnir, verður jørðin invaderað av rúmdarverunum, ið hava misforstaðið spølini tær funnu. Rúmdarverurnar halda at jørðin vil í kríggj móti teimum og avbjóða tí jørðini sum hesi spølini. Nú mugu vaksnu vinmennirnar vinna spølini, ella spreingja rúmdarverurnar jørðina.
pixels

Samandráttur
Post-sýning má eg siga, at alt tað eg væntaði var gott við hesum, var kul, og alt tað eg væntaði, at eg ikki fór at dáma, var vánaligt. Tað er nógv potentiali í Pixels, men Adam Sandler og Kevin James eru irriterandi. Teir beinleiðis oyðileggja filmin við teirra leiklutum. Adam Sandler spælir einasta persónin hann hevur dugað nakrantíð, sum er eitt grenjandi manchild, ið elskar at rópa eftir øllum. Eg kann næstan ikki hyggja eftir manninum. Dialogurin er heldur ikki tann besti. Afturímóti eru Peter Dinklage, Josh Gad og Michelle Monaghan á heilt góðari leið. Filmshandritið er heldur ikki tað besta og tað sæst eisini, at sjónleikararnir avmarkaðir av hesum. Eg dugi væl at síggja hvussu hesin filmurin kundi verið ótrúliga stuttligur. Eg komi ikki yvir hvussu gott hugskotið við søguni er. Eg má bara liva við at Adam Sandler altíð fer at vera eitt man child og eg eri langtsíðan vaksin frá vrøvlinum hjá honum.

Eg gevi filminum 2 av 6 sofum:
2av6

Eg viðmæli heldur at hyggja eftir onkrum øðrum stuttligum filmi. Superbad, Dumb and Dumber, Monty Python and the Holy Grail, Airplane ella Ghostusters.

P.S. Eg lærdi ikki av hesum. Tí eg havi eisini hugt eftir einum øðrum Adam Sandler filmi í jólaferiuni. Men tað taka vit ein annan dag.

Um okkum

Eg tosi um alt ein kann gera sitandi á sofuni. Mest um filmar, men kanska okkurt annað eisini.

Posted in Ummæli

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: