Ì dag er jólaaftan. Meðan vit bíða eftir dunnuni, ella gásini, er tað gott at fáa tíðina at ganga við onkrum øðrum. Ein jólafilmur er kanska akkurát tað rætta. Men hvørja ferð eg skal hyggja eftir jólafilmum, eru tað teir gomlu eg taki fram. Christmas Vacation, Scrooged, the Nightmare Before Christmas og aðrir. Hesir eru allir filmar komnir út áðrenn ár 2000. Tí vildi eg finna nakrar jólafilmar fram, sum eru komnir út í árunum aftaná 2000.
A Very Harold & Kumar 3D Christmas
Àr: 2011
Triðji filmurin um Harold og Kumar. Aftaná teir hava leitað eftir einum burgara og seinni rýmt frá Guantanamo Bay, skulu teir nú bjarga jólunum. Harold er blivin familjumaður, meðan Kumar enn er tann sami gamli stonarin. Tá Kumar av óvart brennur jólatræið hjá Harold niður, eru teir noyddir at finna eitt nýtt træ í New York áðrenn jólaaftan.
How the Grinch Stole Christmas
Àr: 2000
Ì Whoville elska øll jólini. Men langt uppi í fjøllunum býr the Grinch. Hann hatar jólini, og vil gera alt fyri at oyðileggja jólaaftan fyri fólkini í Whoville. Hann klæðir seg út sum jólamaðurin og stjelur alt jólapyntið og gávurnar. Lítla gentan, Lou Who uppdagar hann. Hon roynir at fáa the Grinch at síggja at jólini eru góð, og hann kann eisini vera partur av jólagleðini.
The Family Man
Àr: 2000
Jack Campbell er businessmaður. Hann hevur alt ein kann ynskja sær, uttan eina familju. Ein morgun vaknar hann og alt er vent á høvdinum. Ì nýggja lívinum er hann giftur og hevur tvey børn. Hann forstendur onki av hesum. Ì vónloysi roynir hann at fáa sít ríkmannalív aftur. Spakuliga byrjar hann at síggja, at ríkmannalívið hann livdi, ikki er lívið hann veruliga vildi hava.
Elf
Àr: 2003
Buddy var foreldraleysur og búði í einum barnaheimi. Av óvart endaði hann í posanum hjá jólamanninum. Uppvaksin saman við jólamanninum og hansara álvum á norðpólinum, vil hann nú finna pápa sín. Buddy ferðast til New York, har hann upplivir hvussu vanliga lívið hjá fólki í stórbýinum er.
Arthus Christmas
Àr: 2011
Hvussu fær jólamaðurin allar gávurnar út uppá eitt kvøld áðrenn jólaaftan? Við sínum high tech flogskipið og hjálp frá eldra soni sínum og álvunum. Tá allar gávurnar er avleveraðar, finnur yngri sonur jólamannin, Arthur, út av at ein gáva manglar. Tá jólamaðurin ikki veit hvat hann skal gera, fyri at fáa gávuna út, tekur Arthur uppgávuna í egnar hendur.
Four Christmases
Àr: 2008
Brad og Kate hava verið saman í trý ár. Jólamorgun, tá tey skulu fara til Fiji at halda jól, verður ferðin avlýst. Foreldrini hjá teimum báðum eru skyld, og nú mugu tey saman náa fýra jól uppá ein dag.
Svara