Teir hava verið staddir í eini zombie epidemi, gjørt uppreistur í eini bygd við seriumordarum og hjálpt einum alien úr area 51.
Nú er teir aftur báðir, Simon Pegg og Nick Frost. Sum menn í miðalaldri fara fimm vinir á pubcrawl í býnum teir vóru uppvaksnir. Teirra mál er, at klára tólv pubbir uppá eitt kvøld, ið er tann ultimativa avbjóðingin í heimbýi teirra. Enda destinatiónin er pubbin, the World’s End. Hetta gongur tó ikki sum ætla, tá teir verða álopnir av robottum.
Filmurin hevur premieru 10. Oktobur 2013
Ræðuliga speciellur filmur men stuttligur 🙂
Eg havi ikki sæð hann enn, men eri spentur at síggja hann 🙂