So er hann her. Forfilmurin til The Hangover Part III. Sum tað sæst, eru allir vinmennirnar aftur uppá spæl. Hesaferð verður sagt at onki brúdleyp er á skránni. Hetta vil siga, at tað ikki er tann vanliga polterabend senan sum vit hava sæð frammanundan.
Sjálvt um mannagongdin ikki er tann sama, so sær tað út til at skilið er líka galið sum í undanfarnu filmunum. Teir fara aftur til Las Vegas, men sum vanligt, so gongur okkurt heilt galið.
Vit síggja Zach Galifianakis, Bradley Cooper, Justin Bartha, Ed Helms, Ken Jeong sum tann undirhaldandi Mr. Chow og John Goodman fáa vit eisini líka eyga á.
The Hangover Part III Byrjar í biografum tann 23. Maj.
Svara