Hann hevur ferð eftir ferð víst, at hann egnar seg væl sum sjónleikari. Vit hava millum annað sæð hann í Brick, Mysterious Skin, Inception og nýligani í The Dark Knight Rises og Looper.
Fyri fyrstu ferð roynir Joseph Gordon-Levitt seg sum leikstjóri, søgu skrivari og sjónleikari Ì einum stórfilmi.
Joseph Gordon-Levitt er Don Jon, ein ungur maður ið gongur høgt uppí trening, familju, vinir, bilar, kirkju, býtúrar, damur og porno. Hann loypur í eina ferð at fáa eitt betur sex lív, men endar við at læra mangt annað í staðin.
Filmurin hevur premieru 18. Oktobur 2013.
Heilt sikkurt góður. Eg fari at hyggja
Hann byrja í biografum í Danmark heilt skjótt 🙂