Robert Rodriguez gevur okkum meira grindhouse. Machete Kills!

machete-kills-gaga
Grindhouse hugtakið kemur frá, at fyrr vóru serligir biografar í U.S.A, ið bert vístu B filmar. Hesir biografar vórðu nevndir grindhouses.
Quentin Tarantino og Robert Rodriguez gjørdu eitt fult grindhouse upplivilsi, sum homage til næstan útdeyða grindhouse konseptið. Við hvør sínum B filmi og trailarum, til falskar B filmar, var hetta eitt stórt upplivilsi á rættu hill fyri B filmar.
Tarantino og Rodriguez bjóðaðu avbjóðingina út, at gera falskar trailarar. Rob Zombie gjørdi “Werewolf Women of the S.S.”, Edgar Wright gjørdi “Don’t” og Eli Roth gjørdi “Thanksgiving”. Tann fjórði trailarin, Hobo With a Shotgun, var úr eini kapping, ið Robert Rodriguez skipaði fyri. Sìðan valdi Rodriguez sjálvur, at gera ein trailara, hesin var Machete.
Tað var aldrin hugsað, at hesir skuldu gerast til filmar, men nú er tann triðji biograf filmurin á veg. Fyrstur var Machete(2010). Næstur var Hobo with a Shotgun(2011).
Tann triðji er uppfylgjarin til Machete, ið er nevndur Machete Kills.
Hesin filmurin hevur nógvar kendar stjørnur við. Sum Machete, er Danny Trejo aftur. Síðan fara vit at síggja Michelle Rodriguez, Amber Heard, Mel Gibson, Jessica Alba, Carlos Estevez(Charlie Sheen), Sofia Vergara, Antonio Banderas, Vanessa Hudgens, Cuba Gooding Jr. og Lady Gaga.


Machete Kills byrjar í biografum 7. Novembur 2013.

Um okkum

Eg tosi um alt ein kann gera sitandi á sofuni. Mest um filmar, men kanska okkurt annað eisini.

Tagged with: , , , , , , , , , , , , , , , ,
Posted in Forfilmar, Nýggjheitir

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: