Dave Grohl roynir seg sum leikstjóri!

sound city
Dave Grohl kemur um stutta tíð við filminum um Sound City Studios.
Ì 1970, tá Sound City lat dyrnar upp, var Neil Young fyrstur at upptaka fløgu sína “After The Gold Rush”.
Sìðan hava bólkar sum Fleetwood Mac, Johnny Cash, Tom Petty, Rage Against the Machine og Nirvana upptikið sínar fløgur í somu hølum.
Tó er tað soleiðis, at alt hevur ein enda. Ì tíðum sum okkara, har tað er so lætt sum at sita heima við einum upptøkustudio, er tað ikki altíð líka lætt at hava eitt studio, sjálvt um hvussu sterk søgan handan tað er. Hetta mátti Sound City Studios ásanna, tá lykilin bleiv snaraður í 2011. Tá hetta hendi, var Dave Grohl skjótur at keypa miksara pultin, ið varð brúktur at innspæla fløguna Nevfermind, ið setti gongd í karrieru hansara, tá hann sat handan trummurnar í bólkinum Nirvana.
Nú hevur hann eisini gjørt ein film, ið fortelur søguna um Sound City frá perspektivinum hjá teimum mongu tónleikarunum, ið hava upptikið fløgur sínar har.

Um okkum

Eg tosi um alt ein kann gera sitandi á sofuni. Mest um filmar, men kanska okkurt annað eisini.

Tagged with: , , ,
Posted in Forfilmar

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: