-Hetta er ein fjeppara gjørd plakat
Nú framleiðslan av Star Wars: Episode VII av álvara er farin í gongd, er dagfesting eisini sett fyri fyrstu sýning av filminum.
Um ein vil vera fyrstur at síggja filmin, so er at seta ein kross í kalendarin tann 18. Desembur í 2015.
Tað var við blandaðum kenslum, at eg hoyrdi tíðindini um komandi filmin. Tað sær tó út til, at Disney vil gera alt fyri, at hesin filmurin skal vera av hægsta støði.
Teirra fyrsta stóra útspæl, var at seta J.J. Abrams sum leikstjóra. J.J. Abrams hevur eitt fantastiskt avrik við báðum Star Trek filmunum og Super 8. Hann hevur áður sagt, at hann altíð hevur verið ein størri fjeppari av Star Wars, enn av Star Trek. Hetta í sær sjálvum sigur, at hann avgjørt vil hava at filmurin skal lukkast.
Tað hevur eisini eydnast J.J. Abrams, at fáa Lawrence Kasdan at skriva filmshandritið við sær.
Lawrence Kasdan hevur frammanundan skrivað filmshandritini til The Empire Strikes Back, Return of the Jedi og Raiders of the Lost Ark.
Hvat heldur tú um komandi filmin?
Upptøkurnar eru settar at byrja á vári í 2014.
Gleði meg sum ein smádrongur 🙂