So er hann her

Filmurin ið samlar væl dámdu Marvel hetjurnar, í einum feitum action pakka.

Iron Man, Hulk, Captain America, Thor, Hawkeye og Black Widow. Hetjurnar eru samlaðar av Nick  Fury, oddamanninum í S.H.I.E.L.D, fyri at steðga tí ónda Loki.

Fólkini handan hetjurnar eru Robert Downey Jr., Chris Evans, Mark Ruffalo, Chris Hemsworth, Scarlett Johansson og Jeremy Renner.

Millum hetjurnar eru Samuel L. Jackson, Gwyneth Paltrow og Stellan Skarsgård.

Leikstjórin er Joss Whedon, ið er maðurin handan kendu sjónvarpssendingarnar Firefly og Buffy the Vampire Slayer. Eisini er hann kendur fyri filmin Serenity.

The Avengers byrjaði í Havnar Bio tann 26-04-2012.

Posted in Forfilmar

Fyrstu myndirnar av Django Unchained

“Fyrsta Plakatin”

Ì árinum 1992 kom filmurin Resevoir Dogs út. Filmurin gongur, fyri tað mesta, fyri seg í einum vøruhúsi, har nakrir menn, eftir at hava rænt gymsteinar, ikki tora at hava álit á hvør øðrum, tí annar teirra er ein svíkjari. Hesin filmur var nakað heilt fyri seg við einum framúr góðum dialogi, nógvum harðskapi og spenningi úr einum enda í annan.

Maðurin handan myndatólið var sjálvur Quentin Tarantino, ið umframt at leikstjórnað, eisini hevði skrivað søguna og hevði ein lítlan leiklut í filminum. Tað vísti seg, at hesin maðurin hevði eitt heilt serligt evni handan mydatólið, og hann hevur í dag latið heili seks filmar úr hondum, ið hann sjálvur hevur leikstjórnað, skrivað søgu til og til tíðir eisini havt ein lítlan leiklut í.

“Dr. King Schultz og Django. Leiktir av Christopher Waltz og Jamie Foxx”

Ì 2012 er Tarantino so aftur uppá spæl. Eftir at hava roynt seg í kríggi við filminum Inglorious Basterds, ið fyrigongur undir øðrum veraldarbardaga, fer Tarantino longur aftur í tíðina. Hann fer nevniliga aftur til tíðina, tá lógleysi maðurin reið á hestabaki, og tá tosa vit sjálvandi um ein ordiligan western film við spennandi søgu um trælalevnaðin í U.S.A.

“Calvin Candie. Leiktur av Leonardo DiCaprio”

Ì 1850unum keypir fyrrverandi týski læknin, sum er blivin skattaveiðumaður, Dr. King Schultz (Christopher Waltz) trælin Django (Jamie Foxx) leysan og tekur hann í læru. Django vil fáa konu sína Broomhilda (Kerry Washingon) leysa úr trælabondum hjá Calvin Candie (Leonardo DiCaprio), men hetta hendur tó ikki uttan trupulleikar í einum fyltum western pakka til okkum frá Quentin Tarantino.

Filmurin er settur til at koma út 25. Desembur 2012

Myndirnar eru tær fyrstu úr filminum.



Tagged with: , ,
Posted in Nýggjheitir

Box office fyri viku 15, 13-04-2012 til 15-04-2012

Rank Title Weekend Gross Weeks
1 The Hunger Games (2012) $21.1M $337M 4
2 The Three Stooges (2012) $17M $17M 1
3 The Cabin in the Woods (2011) $14.7M $14.7M 1
4 Titanic (1997) $11.9M $44.7M 2
5 American Reunion (2012) $10.5M $39.7M 2
6 Wrath of the Titans (2012) $6.91M $71.3M 3
7 Mirror Mirror (2012) $6.85M $49.3M 3
8 21 Jump Street (2012) $6.56M $120M 5
9 Lockout (2012) $6.23M $6.23M 1
10 Dr. Seuss’ The Lorax (2012) $3.05M $205M 7

The Hunger games liggur nummar eitt aftaná fýra vikur, ongin filmur hevur klárað seg so gott síðan Avatar. Forsøgnin sigur, at The Hunger Games fer at yvirhála allar Harry Potter filmarnar á samanlagda box office listanum.

Nýggju filmarnar The Three Stooges og The Cabin in the Woods, liggja nummar tvey og trý, teir eru í síni fyrstu viku, men teir eru ov stuttir, at hála inn á The Hunger Games.

Aftaná at hava fingið eitt facelift, er Titanic aftur á stórskíggjanum, hann klárar seg tó ikki so væl. Hann liggur á fjórða plássi, í aðru viku.

Vit hava í nógv ár bíða eftir at síggja Stifler, Jim, Finch, Stifler’s mom og onnur saman á stórskíggjanum aftur, í American Pie Reunion, men hann klárar seg ikki so væl, á einum fimta plássi.

Wrath of the Titans og Mirror Mirror liggja á sætta og sjeynda plássi, teir hava ikki klárað seg væl.

21 Jump Street er enn á listanum eftir fimm vikur, men er á veg niður.

Lockout liggur á nígginda plássi í síni fyrstu viku og The Lorax er nummar tíggju. Eftir sjey vikur á listanum, er hann tann, ið hevur verið longst á top tíggju listanum hesaferð.

Posted in Nýggjheitir

Ted forfilmur

Her er forfilmurin til fyrsta spælifilmin hjá Seth MacFarlane, ið er maðurin handan kendu seriurnar Family Guy, The Cleveland Show og American Dad. Hann hevur bæði skrivað søguna og handritið, og eisini hevur hann leikstjórnað filmin.

Posted in Forfilmar